Fáa ikki eina nýggja skipan við kannabis til føroyskar sjúklingar

Meirilutin í Trivnaðarnevndini heldur ikki at tað er neyðugt at broyta nakað

 Tað er ikki líkt til at føroyskir sjúklingar fara at fáa betri atgongd til heilivág við Kannabis, enn teir hava nú.

 

Tað er sæst, nú Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Jenis av Rana um at geva føroyskum læknum rúmari ræsur at geva ávísum sjúklingum heilivág við kannabis.

 

Men meirilutin í nevndini, sum eru umboðini fyri Tjóðveldi, Javnaðarfflokkin, Sambandsflokkin og Sonja Jógvansdóttir, halda ikki at mannagingdin, sum er, skal broytast.

 

Tey vísa á, at vit hava longu eina skipan, har ávísir sjúklingar kunnu hava heimild til at geva sjúklingum magistrelt gjørdan heilivág við kannabis, og landslæknin hevur nú givið øllum læknum eina leiðbeining um, hvussu farast skal fram.

 

– Hetta ger teir einstøku læknarnar betur førar fyri at hjálpa sínum sjúklingum, sum kunnu hava gagn av heilivági við Kannabis, sigur meirilutin. 

 

Magistrelt gjørdur heilivágur, er heilivágur, sum ikki er kannaður eftir skipaðum forskriftum og tí heftir læknin sjálvur fyri tey hjáárin, hann kann hava við sær. 

 

Meirilutin í nevndini sigur annars, at allir læknar kunnu geva sjúklingum Kannabis fyri pínu. Til sjúklingar við sklerosu, ella mønuskaða, eiga neurologar at skriva heilivágin út. Til sjúklingar við vamli av kemoterapi eiga hæmatologar, onkologar ella læknar á palliativari eind at skriva heilivágin út. 

 

Meirilutin staðfestir eisini, at tað er ikki neyðugt hjá læknum í Føroyum at søkja um serstakt loyvi fyri at geva sjúklingum heilivág við kannabis 

 

– Meirilutin staðfestir, at tað ber til hjá sjúklingum at fáa Kannabisolju frá læknum í Føroyum í dag. Allir læknar hava henda rættin, og neyðugt er tí ikki at søkja um serligt loyvi til tað, siga tey 

 

Minnilutin í Trivnanarnevndini, umboðini fyri Fólkaflokkin og Jenis av Rana, vísa hinvegin á, at næstan allur heilivágur við kannabis er gjørdur magistrelt. Men av tí, at læknar hefta persónliga fyri øll hjáárin, verður minni enn eitt prosent av øllum heilivági útskivaður magistrelt. Og tey mæla til at taka undir við uppskotinum.

 

Tað var kensluborið, men eisini skakandi, at hoyra sjúklingar greiða Trivnaðarnevndini frá  sínum royndum at fáa linna fyri pínu, svøvnloysi, krampar, vaml, spýggjan, og annað, siga tey í minnilutanum

 

– Tey søgdu frá hvussu tey, umframt dagliga stríðið við fleiri av heimsins svárastu sjúkum, stríddust fyri at fáa til vega heilivág við kannabis, sum tey høvdu royndir av veittu linna. Og hetta uppskotið er einroynd at gera tað lættari hjá teimum, heldur enn at royna tað fáa til fáa á ólógliga hátt.