Fáa europiska 1/8-finalu

Altjóða føroyska hondbóltsdómaraparið fekk enn eitt stórt herðaklapp, tá dómaraásetingarnar til europisku 1/8-finalurnar vóru á skránni.

Eyðun og Andreas skulu nevnliga døma dystin millum VOC Amsterdam og McDonald´s Wr. Neustadt í Challenge-Cup kappingini hjá kvinnum.

Hetta er fyrsta ferðin, at Eyðun og Andreas døma dyst, tá komið er til tey seinastu 16 í europiskum høpi. Og er talan uttan iva um úrslit av góða avrikinum, tá teir fyri stuttum dømdu 1/16-finaluna millum Hauk og FCK í EHF-Cup fyri menn.