Skotskir trolaramenn, sum mistu arbeiðið aftan á toskakríggið millum bretar og íslendingar í sjeytiárunum, hava nú fingið endurgjald frá tí almenna. Samstundis hava teir fingið eina umbering fyri, at teir gjørdust arbeiðsleysir.
Tað seinasta toskakríggið millum Ísland og Bretland var ein avleiðing av, at íslendingar fluttu fiskimarkið út á 200 fjórðingar í 1975. Líka síðani hava trolaramenninir stríðst fyri at fáa eitt slag av endurgjaldi fyri arbeiðs- og inntøkumissin, og nú hava myndugleikarnir gjørt av at lata 2.500 monnum 1.000 sterlingpund í part.