Fáa ein nógv betri virkisbygning

- Vit hava valt ein byggihátt, sum er munandi tryggari enn tann, sum var áður, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic.

Arbeiðið at byggja Varðan Pelagic á Tvøroyri gongur sína gongd, og fyrst í juni mánaði verður verksmiðjan ætlandi royndarkoyrd - í fyrstu syfti við smáum nøgdum av fiski, helst svartkjafti.

 

Tað verður eitt ár hin 9. juni í ár, síðan framleiðsluvirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri brendi í grund. Eftir herviliga eldin, stóðu frystigoymslan og skrivstovubygninurin eftir.

 

Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, heldur, at arbeiðið at byggja virkið upp aftur eftir umstøðunum hevur gingið væl, tí tað er ein stór avbjóðing at byggja eitt so stórt virki upp aftur á vetrardegi.

 

Í fyrsta lagi er tað byggivirkið hjá feðgunum báðum, Thormanni og Mortan Thormanni Vang, Sp/f MTV-Byggivirki, sum hevur bygt 7.500 fermetra stóra virkisbygningin á Tvøroyri uppaftur.

 

Men, í samlaðu verkætlanini eru nógvir ymiskir veitarar, bæði stórir og smáir.

 

Bogi Jacobsen vísir á, at tá teir sóu, at virkið ikki fór at klára at taka ímóti fiski aftur longu fyrst í hesum árinum, valdi felagið nakrar øðrvísi loysnir.

 

- Hetta eru loysnir sum gera, at virkið er vorðið betri, men tær hava tikið longri tíð at fremja. So, nú fáa vit ein nógv betri virkisbygning, sum eisini kemur at framleiða ymiskar aðrar vørur enn áður.

 

Stjórin í Varðanum Pelagic sigur, at málið hjá felagnum er, at virkið er royndarkoyrt og klárt at taka ímóti makreli, tá vertíðin byrjar aftur til heystar.