Í annaðkvøld klokkan 19 stendur stóra slagið við Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og FK Sutjeska úr Montenegro. Støðan frá fyrra dystinum í Europa Conference League undankappingini er 0-0, so KÍ stendur við góðum møguleikum at vinna seg til triðja undanumfari.
FM1 sendir beinleiðis úr Klaksvík frá klokkan 15.10 í morgin. Reportarar vera Petur Asbjørn Lervig og Tróndur Arge. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og FK Sutjeska.
Tað verður ein eysturríkskur dómari av rumenskari ætt, Christian-Petru Ciochirca sum fer at døma dystin millum KÍ og FK Sutjeska.
33 ára gamli Christian-Petru Ciochirca hevur dømt í bestu eysturríksku deildini síðani 2012. Christian-Petru Ciochirca hevur verið høvuðsdómari til evropeiskar felagsliðsdystir og landsdystir seinastu trý árini. Áðrenn tað var hann fjórði dómari til altjóða dystir í nøkur ár.
KÍ Klaksvík (FRO) - FK Sutjeska (MNE)
Høvuðsdómari: Christian-Petru Ciochirca (AUT)
Hjálpardómari 1: Andreas Witschnigg (AUT)
Hjálpardómari 2: Martin Höfler (AUT)
Fjórði dómari: Alexander Harkam (AUT)