Leygarkvøldið verður Eysturríki gestur á Tórsvølli. Tað vekir gomul minni – í Føroyum og sjálvandi eisini í Eysturríki. 12. september vóru tað 31 ár síðani stóra dagin í Landskrona, sum tað næstu dagarnar ivaleyst aftur og aftur fer at verða róð afturá.
Í Eysturríki fyrireika teir seg til tveir dystir á útivølli. Tann fyrri verður í Føroyum leygarkvøldið, og tann seinni verður týskvøldið í Parkini í Keypmannahavn.
Úr Eysturríki frættist, at fleiri av spælarunum, sum verða roknaðir at vera millum teir fyrstu ellivu, eru so mikið skaðadarvaðir, at teir ikki eru førir fyri at spæla hesar báðar dystirnar á útivølli.
Marko Arnautovic, sum nú er á lønarlistanum í Bologna í Italia, hevur givið avboð, og heldur ikki Christoph Baumgartner úr Hoffenheim í Týsklandi og Valentino Lazaro úr Benfica í Portugal eru førir fyri at spæla.
Eysturríkski venjarin, Franco Foda, sendi í fyrstu atløgu boð eftir hesum spælarunum:
MÁLVERJAR:
Daniel BACHMANN (FC Watford/ENG),
Heinz LINDNER (FC Basel/SUI),
Alexander SCHLAGER (LASK)
VERJA:
David ALABA (Real Madrid/ESP),
Aleksandar DRAGOVIC (Roter Stern Belgrad/SRB),
Martin HINTEREGGER (Eintracht Frankfurt/GER),
Philipp LIENHART (SC Freiburg/GER),
Stefan POSCH (TSG 1899 Hoffenheim/GER),
Christopher TRIMMEL (1. FC Union Berlin/GER),
Andreas ULMER (FC Red Bull Salzburg)
MIÐVØLLUR:
Christoph BAUMGARTNER (TSG 1899 Hoffenheim/GER),
Florian GRILLITSCH (TSG 1899 Hoffenheim/GER),
Stefan ILSANKER (Eintracht Frankfurt/GER),
Florian KAINZ (1. FC Köln/GER),
Konrad LAIMER (RB Leipzig/GER),
Valentino LAZARO (Benfica Lissabon/POR),
Dejan LJUBICIC (1. FC Köln/GER),
Marcel SABITZER (FC Bayern München/GER),
Louis SCHAUB (1. FC Köln/GER),
Alessandro SCHÖPF (Arminia Bielefeld/GER)
ÁLOP:
Marko ARNAUTOVIC (FC Bologna/ITA),
Yusuf DEMIR (FC Barcelona/ESP),
Michael GREGORITSCH (FC Augsburg/GER),
Karim ONISIWO (1. FSV Mainz 05/GER)