Valúrslitið í Eysturríki sunnudagin kann tulkast eum ein nýggjur eysturríkskur boðskapur til hin partin av Evropa. Á valinum í 1999 fekk tann víðgongdi høgraflokkurin Frælsisflokkurin so stóra undirtøku, at hann kom í stjórn. Tað hóvaði ikki hinum ES-londunum, sum settu tiltøk í verk ímóti Eysturíki.
Men sunnudagin varpaðu eysturríksku veljararnir Frælsisflokkin og leiðara hansara, Jørg Haider, á dyr. Flokkurin misti tveir triðingar av sínum veljarum, og so stóran ósigur hevur eingin politiskur flokkur í Eysturríki havt síðani seinna heimsbardaga. Men valið setti eisini eitt annað met. Konservativi flokkurin hjá Wolfgang Schússel, kanslara fekk so stóra framgongd, sum eingin annar flokkur hevur havt í sama tíðarskeiði, og fyri fyrstu ferð í 36 ár er flokkurin nú tann størsti í landinum.
Valið gav konservativa flokkinum 42,3 prosent av atkvøðunum (+15,4), sosialdemokratunum 36,9 prosent (+3,8), Frælsisflokkinum 10,2 (-16,7) og Teimum Gørnu 9,0 prosent (+1,6).
Úrslitið ber í sær, at Wolfgang Schússel hevur næstan frítt at velja, hvønn flokk hann vil hava í samgongu við sær. Hann kann halda fram saman við Frælsisflokkinum, men ger tað neyvan. Hann kann eisini velja sosialdemokratarnar og hevði tá valt ta samgongu, sum flestu eysturríkarar fegnir vilja hava, og at enda kann hann velja at fara í samgongu við Teimum Grønu. Hetta seinasta er ikki óhugsandi, tí Wolfgang Schússel ber orð fyri at hava dirvi til at royna tað, sum eingin væntar.
Hvat við Haider?
Spurningurin er so, um tann stóri ósigurin fer at gera enda á politiska skeiði Jørg Haiders, men flestu eygleiðarar tykjast vera á einum máli um, at hann er ikki tann, sum letur seg teppa av einum valósigri.
So seint sum fyri einari viku síðani segði Haider, at hann ætlar at halda fram við royndunum at samskipa eina felags evropeiska høgrarørslu, sum skal stilla upp til tey ymsu ES-valini.
Undir valstríðnum hesaferð var útlendingapolitikkurin høvuðsmálið hjá Haider og Frælsisflokkinum, men valið vísti, at tað er ikki har, hann kann vænta sær stuðul. Hann var eisini ímóti at taka londini í Eysturevropa upp í ES, men fekk heldur ikki undirtøku fyri tí. Spurningurin er so, um hann fer at finna okkurt annað mál til næstu ferð.