Málið um Josef Fritzl og illgerðir hansara fær nú avleiðingar fyri eysturríkska lógarverkið Í Eysturríki hevur stjórnin gjørt av at herða revsingina ímóti teimum, sum verða dømd fyri kynsligan ágang.
Alfred Gusenbauer, kanslari, sigur, at stjórnin fer eisini at avmarka møguleikarnar hjá fólki, sum verða dømd fyri kynsligan ágang. Millum annað skulu tey missa rættin til ávís størv, og tey sleppa ikki at ættleiða børn.
Avgerðin hjá eysturríksku stjórnini er ein beinleiðis avleiðing av málinum ímóti Josef Fritzl.