Eysturoyingur í stórum stíli

Tað eydnaðist Drekanum Reyða akkurát at vinna næstfremsta plássið frá Orminum Langa

Superveteranarnir á Eysturoyingi hava síðani á nýggjárinum lagt øgiliga orku og nógva tíð í fyrireikingunum til nýggja kappróðrarárið.

Málið var og er at vinna FM. Fyrsta ábendingin um, hvussu tað fer at vignast var í góðveðrinum í Klaksvík ídag, og tað eydnaðist framúr væl.

Drekin Reyði og Eysturoyingur løgdu bragdliga fyri, og eftir startspurtin sá tað út til, at kappingin um sigurin fór at standa millum hesar báðar bátarnar.

Tað var tó tætt frá Drekanum Reyða og Eysturoyingi og aftur til Havnarbátin, sum allan teinin var aftastur.

 

Eysturoyingur legði seg eitt vet framum Drekan Reyða, og Ormurin Langi tók seg eina løtu framum Drekan Reyða.

 

Í endaspurtinum vístu veteranarnir umborð á Eysturoyingi at vera reystastir og treystastir. Eysturoyingur vann seg eina heila bátslongd framum avbjóðararnar. Eftir ikki so sannførandi miðróður eydnaðist tað Drekanum Reyða at vinna næstfremsta plássið. Tað var tó leyst fram til Eysturoying, og tað var bara ein skutur aftur til Ormin Langa.

 

1. Eystsuroyingur 4.47.03

2. Drekin Reyði 4.49.16

3. Ormurin Langi 4.50.07

4. Havnarbáturin