Eysturoyingur so skjótur sum ongantíð

Í heimasjógvi róði Eysturoyingur leygardagin 2000 metra málið skjótari, enn hann nakrantíð áður hevur gjørt á Eystanstevnu

Tað var eingin spenningur, tá ið 10-mannaførini leygardagin róðu á Skálafjørðinum. Eysturoyingur smurdi Vestmenningin av. Á mál­inum var munurin meiri enn hálv­onnur bátslongd.
Harvið eydnaðist tað Eystur­oyingi so rudduliga at fáa sett ting­ini upp á pláss aftur, eftir at Vest­menningur fyri viku síðani á Sunda­lagsstevnu var fremstur. Fyrstu lítlu løtuna var javnt millum allar tríggjar bátarnar. So tók Hoy­víkingur at dragna, og stútt og støðugt stakk Eysturoyingur seg framum Vestmenning.
Vestmenningar gjørdu einar tvær atsóknir í royndum at bjóða gula bátinum av. Men Kapp­róðrar­felagið NSÍ ynskti ikki at vísa blíðs­skap – í hvussu so er ikki úti á fjørð­inum.
Síðani tað í 1973 varð farið undir FM kappróður í tí líki, sum tað nú verður kappast, hevur Eystur­oyingur tríggjar ferðir vunnið á Eystanstevnu. Fyrsti sigurin var við nýggja bátinum í 1998. Sami bátur vann aftur í 2002, og nú vunnu teir í bátinum, sum Sámal Hansen smíðaði í fjør.
Hesa ferð róðu teir við Eystur­oyingi 2000 metra málið á Skála­fjørðinum skjótari, enn teir nakr­antíð áður hava gjørt tað. Vinn­ara­tíðin var 9.02.11. Fínu hagtølini á drekin.fo siga, at bara eina ferð áður hevur vinnaratíðin á Eystanstevnu verið betri enn so. Tað var í 1976, tá ið Skálabáturin vann í tíðini 8.53.30. Tann tíðin var altso 0.09.03 betri enn tíðin hjá Eysturoyingi hesa ferð.
Triði besta vinnaratíðin á Eystanstevnu var tann hjá Vág­bingi í 1982. Ta ferðina var vinnara­tíðin hjá Vágbingi 9.03.09 ella knapp­liga eitt sekund lakari enn tíð­in hjá Eysturoyingi hesa ferð.

1 Eysturoyingur 09:02.11
2 Vestmenningur 09:05.22
3 Hoyvíkingur 09:16.09

Støðan
1 Eysturoyingur 20
2 Vestmenningur 19
3 Hoyvíkingur 15