Eysturoyingar og norðoyingar skulu rinda

Hetta er akkurát nakað fyri landsstýrið, sum er manna við havnarfólki og suðuroyingum

- Hetta er akkurát nakað, sum riggar væl til høvuðsstaðar og suðuroyarsamgonguna, Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

Løgtingið hevur skift orð um ætlanina hjá samgonguni at áleggja skatt á bensin og diesel og tað heldur Bill Justinussen, er akkurát nakað fyri eina samgongu, sum í høvuðsheitum er mannað við politikarum úr Suðuroy og úr Havnini.

 

- Tað fer ikki at raka tey í samgonguni so fast, tí tey eru mest úr miðstaðarøkinum, og úr Suðuroy, leggur hann afturat.

 

- Tað verða eysturoyingar, og norðoyingar, sum fara at betala tað mesta av rokningini og tað rakar ikki samgonguna so fast, tí tey eru so fáir eysturoyingar og norðoyingar í samgonguni, heldur bill Justinussen.

 

Tað undrar hann eisini, at samgongan kallar slíkt fyri  ”tiltrongdar nýskipanir”, soleiðis sum Kristianna Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur kallað tey tiltøkini, samgongan ætlar at fremja.

 

- Sostatt er hugtakið ”nýskipan”, nú reduserað til at leggja avgjald á bensin og diesel. Men tá ið undanfarna samgonga sat, skuldi tað vera nýskipaninr í fiskivinnum skattapolitikkinum, sum kravdust, fyri kunna kalla tað nýskipanir.

 

Eisini Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir heldur, at tað fer at raka nógv serliga hart at seta avgjald á bensin og diesel. Tað fer serliga at raka tey, sum koyra langt til arbeiðis.

 

- Tað er ikki at lætta um hjá lág- og miðalinntøkum at gera tað dýrari at koyra bil, heldur hon.