Í løtuni standa 100 fólk á bíðilista at sleppa inn á røktarheim ella sambýli í Eysturoy.
Men kortini ætlar Almannamálaráðið at niðurleggja átta røktarpláss, skrivar Sosialurin í kvøld.
Í hesum sambandi er ætlanin at lata sambýli til minnisveik á Mýrunum aftur og harvið missa Eysturoyingr átta røktarheimspláss.
Men kortini skal eingin flytast ímóti sínum vilja, so heimið verður niðurlagað so líðandi. Men tey búfólk, sum vilja flyta, skulu hava annað tilboð.
Hesum hava bæði stýrið fyri Eysturoyar Røktar og –Ellisheim, og borgmeistararnir í Eysturoy, nú mótmælt.
Tey vísa á, at 100 fólk standa á bíðilista at sleppa á røktarheim ella sambýli. Av teimum eru 15 fólk so illa fyri, at tey hava bráðneyðugan tørv á at fáa pláss, tí tey eru so vánalig, at tey kunnu ikki vera heima.
Tí vilja tey ikki hoyra talan um at niðurleggja røktarheimspláss í Eysturoy.
Støðan í eldrarøktini í Eysturoy er so óviss, at á Røktar- og ellisheiminum eru tey farin at leggja upp fyri, at Heimið á Mýrunum verður stongt, tí tað er einasti møguleiki at útvega teimum annað búpláss.
Tað merkir, at tá ið búfólk á Røktar- og Ellisheiminum doyggja, verða onnur búfólk ikki tikin inn fyribils.
Tey plássini verða ístaðin brúkt til umlætting, sum nú er.
Sigrun Arnoldsson, leiðari á Eystutoyar Røktar og Ellisheimi sigur við Sosialin, at hetta førir við sær, at í løtuni standa fimm búpláss tóm og ístaðin vera tey plássini brúkt til umlætting til fólk, sum bara eru í styttri tíðarskeið.
Meiri í Sosialinum.