Eysturoyingar fara eftir fyrsta plássinum

Klokkan 15 í dag verður finalan í kappróðrinum á Schillyoyggjunum, og við í finaluni er manningin á Eysturoyingi

Ludvík Johannesen er bátsformaður á Eysturoyingi, og tí eisini bátsformaður á bátinum, sum manningin á Eysturoyingi rør við á Schillyoyggjunum. Men hvussu ber tað til, at róðurin í dag gekk so væl?


? Vit broyttu teknikk hesafer - tí vit broyttu tøkini, og vit fingu góðan start, sigur Ludvík.


Hann sigur, at teir teir undanfarnu róðrarnar vórðu ov »fittir« og smædnir.


? Fyri at klára seg í hesi kappingini mást tú verða frekur og leggja fyri aðrar bátar. Tað gjørdu vit ikki í fyrstu kappingini, men vit hava sæð, at soleiðis gera teir her, og tá vit hesaferð eisini gjørdu tað, bar til, sigur Ludvík Johannesen.


? Vit eru nú eitt sindur troyttir eftir róðurin, men lagið er gott. Vit stuðla hvønn annan, so tað skal nokk ganga, sigur Ludvík.


Hann sigur bart tú, at teir fara eftir fyrstaplássinum.


? Men tað verður trupult - ógvuliga trupult. Tí báturin, vit rógva við er ikki so góður - og teir her á oyggjunum hava longu vrakað hann. So er tað eisini tað, at teir við hesum bátunum rógva á ein annan hátt, enn vit gera í Føroyum, meðan vit halda okkum til okkara máta - og tað hóskar seg ikki til hesar bátarnar.


Finalan verður sum sagt klokkan 15 - og nú liggja eysturoyingarnir í seingini og hvíla seg til finaluna...