Eysturoyingar fara aftur til gongu

Skráin hjá Eysturoyar Gongufelag fyri í ár byrjar nú um vikuskiftið, tá farið verður fyrsta gongutúrin

Ferðavinna

Saltangará:
Eysturoyar Gongufelag byrjar tiltøkini í ár við einum gongurturi úr Rók út á Nes, har aðalfundur verður hildin aftaná. Hesin túrurin er tann fyrsti av 14 túrum, skipað verður fyri í ár.
Kunningarstovan í Saltangará sigur í tíðindaskrivi, at fyrsti gongurtúrurin í ár verður sunnudagin 10. mars. Møtt verður úti í Rók, haðani gingið verður gjøgnum Saltnes og Tofgtir út á Nes, har túrurin endar í gamla prestagaðrinum.
Har verður so aðalfundur felagsins. Kaffi og bollar verða at fáa, verður sagt frá.
Annars fer Eysturoyar gongufelag at skipa fyri fleiri túrum í summar. Tann fyrsti eftir aðalfundin verður í apríl, og endað verður í spetember, stendur at lesa í faldara, sum Ferðavinnan í Eysturoy hevur givið út.
Túrarnir verða ymiskir bæði í torleika og eisini eftir, hvar teir verða. Einir tveir túrar verða aðrastðani enn í Eysturoy.
Í mai mánaða er ætlanin at fara ein túr á Viðoynna, har gingið verður niðan á Villingadalsfjall og Enniberg.
Í august er tað Streymoyggin, sum fær vitjan av gonguglaðum eysturoyingum. Tá standa Postalakirkja og Tindur fyri tørni. Farið verður úr Vestmanna.
Annars eru túrarnir ymiskir. Bæði fjallatúrar og eisini gongutúrar í bygdum øki.
Eysturoyar Gongufelag sigur, at eingin túrur verður gjørdur yvirhøvur, uttan loyvi fyrst er fingið frá teimum, sum eiga økið, har gingið verður.
Tað kostar 150,- krónur árliga at vera limur í felagnum. Og tað gjaldið er fyri eitt heilt húski.
Allir túrar verða lýstir í bløðunum, umframt á tí faldaranum, sum givin er út. Sum vera man kunnu broytingar koma í, og slíkum hevur felagið eisini tikið hædd fyri í faldaranum.
Um fyrsta túrin, sum verður sunnudagin, sigur Kunningarstovan í Saltangará, at fólk kunnu tekna seg á Kunningarstovuni, sum hevur telefon nr. 44 94 49 ella fartelefon 21 14 49.