3G+ netið hjá Føroya Tele er nú eisini tendrað kring Eysturoynna. Netið gevur møguleika fyri hægri ferð á farbreiðbandinum.
Í gjár varð 3G+ netið hjá Føroya Tele víðkað í Eysturoynni. Higartil hevur bert Skálafjørðurin á Eysturoynni verið fevndur av netinum, men nú eru eisini Fuglafjørður, Kambsdalur Leirvík, Norðragøta, Gøtugjógv og Syðrugøta partur av netinum.
3G+ netið gevur betri dygd og hægri ferð á tráðleysa internetinum, ella farbreiðbandinum, til bæði teldur og fartelefon. Við 3G+ ber lættliga til at taka niður stórar fílur so sum myndir, tónleik og video, tí tú hevur skjótari atgongd til margmiðlar við tínari fartelefon og farteldu enn nakrantíð áður.
Við hesari útbyggingini kunnu góð 70 prosent av føroyingum nú knýta seg upp í 3G+ netið við fartelefonini ella fartelduni. Umframt Eysturoy fevnir netið eisini um Havn, Klaksvík, Tvøroyri, Vág og Hov og flogvøllin. Men Føroya Tele steðgar ikki har, tí í mai leggjast Vágar, Vestmanna og Kollafjørður aftrat, og tá røkkur 3G+ góð 80 prosent av føroyingum.
Fyri at kunna nýta 3G+ tøknina, skal telefonin lúka nøkur krøv, og hon skal eisini vera sett upp til 3G+. Er talan um farbreiðband til teldu, verður ein 3G+ dongul nýttur til at ferðast á internetinum við, um teldan ikki hevur innbygt 3G+ mótald.
Telebúðirnar hjá Føroya Tele kring landið svara fegnar spurningum um 3G+, og til ber eisini at kunna seg um uppseting og annað á heimasíðuni www.ft.fo/3G










