Eysturoyggin – eitt kraftsentur

Eg fegnist um, at fjølmiðlar og “serfrøðingar” eru farnir undir at viðgera viðkomandi spurningar, um hvat skal gerast fyri at fólk, serliga ung fólk, kunnu koma aftur til Føroya og trívast og búleikast her , tí hettar hevur mín stóra áhuga.

Men tíverri detta bæði fjølmiðlar og “serfrøðingar” í ta grøvuna, at ein treyt fyri at fólk skal trívast og støðast í Føroyum er, at vit hava 3 kraftsentur í Føroyum, og tey skulu vera í Suðri, í Havn og í Klaksvík, meðan verandi kraftsentrið í Føroyum, Eysturoyggin, so gott sum ikki verður nevnd. Hetta meti eg vera ein bági og ein mangul í orðaskiftinum, sum neyðugt er at rætta uppá.

Fyritreytir fyri trivna og menning.
Fyri at fólk kunnu trívast og harvið støðast í Føroyum, eru tað nógvir ymiskir faktorar, sum skulu vera til staðar fyri at skapa trivnaðin, t.d. er alneyðugt, at tey hava møguleikar og tilboð til hóskandi arbeiðspláss, skúla, mentan, frítíðartilboð, ansing til børn og gomul, hóskandi bústaðarmøguleikar, umframt møguleika til at íðka ítrótt av ymsum slag v.m.
Tær allar flestu fortreytirnar fyri trivnað og menning eru at finna í Eysturoynni, og tí er tað beinleiðis skeivt, við vilja ella óvart, at síggja burtur frá hesum økinum sum eitt kraftsentur, og at so er , skal eg her í stuttum vísa á:

Arbeiðspláss.
Sjálvt um Eysturoyggin er tað øki í Føroyum, sum hevur fæst almenn arbeiðspláss, so er hon eitt kraftsentur innan arbeiðspláss á sjónum, við sínum nótabátum, rækjubátum, langfaratrolarum, partrolarum, línubátum, trolbátum og útróðrarbátum.
Hon er eitt kraftsentur, tá talan er um arbeiðspláss innan handverkaravinnu av ymiskum slag, eins og innan handil og skrivstovu v.m. fyri ikki at tala um fiskaframleiðslu á landi, umframt laksafram-leiðslu, bæði á sjógvi og landi.

Barna- og eldraøkið.
Hon er bæði eitt kraftsentur og tann førandi, tá talan er um ansingartilboð til tey eldru og veiku, við sínum Ellis- og røktarheimi, Eldrasambýlum, ansingarstovnum til tey, ið hava serligan tørv á slíkum, bæði tá talan er um skúla og stovnar. Somuleiðis eru møguleikar fyri at fáa børn síni passað í vøggustovum, dagrøkt, barnagarði og frítíðarskúla v.m.

Ítróttur.
Eisini á ítróttarøkinum er Eysturoy eitt kraftsentur, og hetta ger seg galdandi innan fótbólt, flogbólt, hondbólt, fimleik, svimjing v.m.
Umstøðurnar at íðka ítrótt eru eisini góðar viðv. fótbóltsvøllum, ítróttarhøllum, stórum fimleika-høllum, meðan svimjingini tørvar ein 25/50 metra hyl, og fótbóltur og frælsur ítróttur mangla eina fótbóltshøll, men vit kunnu fegnast um, at í økinum verður arbeitt við hesum projektum.

Mentan.
Tá mentan og mentanarrmøguleikar vera viðgjørdir, má sigast, at Eysturoyggin er í fremstu røð við dugnaligum listafólkum, bæði innan tónleik, sang, myndlist, skaldskap v.m., og umstøðurnar at framføra tónleik og sang eru góðar nú Løkshøll er komin.


Skúlar.
Tað eru nakrir framúr góðir barna- og framhaldsskúlar í økinum, umframt handilsskúli, HF- og studentaskúli, meðan tekniski skúli, ið hoyrir til økið, antin er í Klaksvík ella Havn.
Hesar og aðrar fortreytir fyri trivnað og framburði, ið eru her í økinum, hevur viðført, at sagt verður, at Eysturoyggin er matarkovin í tí Føroyska samfelagnum.

Tí vil eg til seinast koma við eini áheitan á fjølmiðlar og “serfrøðingar” um at taka kikaran frá tí blinda eyganum, og viðgera Eysturoynna sum tað kraftsentur í tí føroyska samfelagnum, sum hon er, tí tá er vist, at vit koma at fáa nógvar góðar sendingar frá tykkara síðu, har tit koma at viðgera øll økir og út frá eini heildarmynd viðgera, hvat skal til fyri at fólk skal trívast og støðast, so vit fáa skapt vøkstur og framburð í Føroyum.