Eysturoyartunnilin: Síggja fólkavøkstur í Sjóvar kommunu longu nú

Í samband við at fyrsta skotið uppá Eysturoyartunnilin verður latið av í dag kl. 14, endurgeva við eina samrøðu, ið Sosialurin hevði við borgarstjóran í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, um nýggju støðuna, ið kemur tá tunnilin gerst veruleiki.

Samrøðan var í blaðnum 16. desember í 2016.

--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Síggja fólkavøkstur longu nú

 

Artur Johansen er borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Hann sigur, at kommunan er byrjað at gera seg klára til tunnilin undir Tangafjørð, ið fer at skapa heilt aðrar fortreytir enn tær, ið kommunan hevur í dag.

Eysturoyartunnilin, ið eftir ætlan skal verða klárur at koyra ígjøgnum í 2020, fer at koma upp bæði eystaru- og vestarumegin á Skálafjørðinum. Eystarumegin fer tunnilin at koma upp millum Saltnes og Runavík og vestarumegin fer hann at koma upp á Strondum. Hetta fer at hava stórar broytingar og, ikki minst, avbjóðingar við sær. Tað sær longu nú út til, at fólkatalið í kommunini fer at økjast og at flestu fólkini fara til Strendur at búgva. Tað setur krøv, sum borgarstjórin, Artur Johansen, sær fram til at ganga á møti.

 

Fólkatalið longu farið at veksa

 

Sjóvar kommuna fevnir um bygdirnar Selatrað, Morskranes, Kolbeinargjógv, Strendir og Innan Glyvur. Fólkatalið 1. januar í ár var 947 sambært Hagstovuni. Tað er nakað lægri enn tað var áðrenn búskapar kreppuna, ið tók dik á seg umleið 2008. Í 2007 búðu 1026 fólk í Sjóvar kommunu, 1004 í 2010 og 921 í 2014. Nógv tann størsti parturin av fólkinum í kommununi býr á Strondum. Í 2016 vórðu tað 780 av 947, ið høvdu bústað á Strondum.

 

-        Vit stykkjaðu 23 grundstykkir út í 2007, beint áðrenn fíggjarkreppuna. Seks stykkir fóru lutfalsliga skjótt, men so steðgaði tað aftur. Í dag er einki stykki eftir av teimum 23, sum vit upprunaliga høvdu. Tvey stykkir eru tøk Innan Glyvur, sigur Artur Johansen.

 

Sambært Artur Johansen eru tað fleiri, ið hava umbiðið grundstykki ella hava spurt seg fyri hjá kommununi um tey hava grundstykkir tøk, so tað er lítið, sum bendir á , at fólkavøksturin ikki fer at halda fram, eisini framyvir.

 

-        Vit hava ein útstykkingarætlan, ið fleiri nú vita av. Tí spyrja tey seg fyri hjá okkum. Fleiri vilja verða í góðari tíð, tí tað tekur eisini nógva tíð at bíleggja handverkarar og fáa eina tíð frá teimum, sigur Artur Johansen.

 

Artur Johansen sigur, at tey flestu, sum hava spurt seg fyri hjá kommununi eru lokal ella hava tilknýtið til staðið á ein ella annan hátt, men tað eru eisini lutfalsliga nógv, sum einki tilknýti hava til staðið og koma av sínum eintingum, helst tí tað enn er bíligari.

 

Fólkavøkstur hevur avbjóðingar við sær

 

Tað er jaligt og gott fyri eina kommunu, at fólkatalið veksur. Serliga í eini kommunu, ið hevur uppliva eina fólkaminking, men sum nú upplivir eina broytta gongd. Í so máta hevur tunnilin longu havt eina góða ávirkan, enntá áðrenn hann er komin ígjøgnum.

 

Tað hevur tó fleiri avbjóðingar, ið ein møguligur fólkavøkstur kann hava við sær. Artur Johansen sær tó positivt uppá tað tað, ið liggur fyri framman.

 

-        Skúlin er framtíðartryggjaður. Har er pláss til fleiri næmingar, enn tað ganga nú og spillvatn og kloakkir hava vit eisini fingið góðkenning uppá, so har nógv viðurskiftir longu komin uppá pláss, sigur Artur Johansen.

 

Artur Johansen sigur, at barnagarðurin er fullur sum er. Tað er pláss fyri 100 børnum og tað er alt upptikið. Artur Johansen sigur, at tað er sjálvandi sera positivt og at fegnast um, men um fólktalið veksur meir og fleiri børn koma, so er neyðugt at loysa avbjóðingina við stovnsplássi.

 

-        Vit hava eisini tørv á einum vinnuøki, tí í løtuni hava vit einki. Tað eru fleiri fyritøkur, ið ynskja sær eitt vinnuøki og summar fyritøkur eru blivnar so stórar, at tær klára illa at bíða longur eftir einum størri øki, sigur Artur Johansen.

 

Grótið frá tunnlinum skal í fyrsta umfarið brúkast til at gera eitt vinnuøki. Samlað rokna tey við, at fáa 120.000 m3 av gróti, so tað fer ikki at mangla.

 

Samanlegging ikki aktuelt í løtuni

 

Við nýggju støðuni, ið kemur tá tunnilin undir Tangafjørð opnar, leggur upp til, at ein møgulig samanlegging millum kommunur í Eysturoynni aftur kemur á breddan. Artur Johansen sigur, at tað er ikki aktuelt beint nú, men avsannar tó ikki, at tað í framtíðini aftur kann gerast aktuelt.

 

-        Tá fólkaatkvøðan var í 2011 um kommunusamanlegging var spurningurin ikki so greiður. Varhugin eg hevði tá var, at fólk hildu seg svara uppá um Skálafjørðurin skuldi verða ein kommuna og tað tekur ein meirluti nokk undir við. Sum spurningurin var settur, so spurdu tey um Eysturoyggin skuldi verða ein kommuna. Tí ivist eg í um fólk taka undir við, sigur Artur Johansen.

 

Artur Johansen sær tó fyri sær, at nógvir møguleikar opnast tá tunnulin kemur, sum ikki eru eyðsýndir nú. Til dømis verða tað nógvir frítíðarítriv, sum opnast hjá nógvum, bæði innan ítrótt og annan aktivitet.

 

-        Eg síggi í øllum førum eitt økt samstarv fyri mær. Tað haldi eg øll gera. Við tíðini verður spurningurin um samanlegging av Skálafjørðinum nokk eisini tikin upp aftur, men tað er ikki nakað, ið fyriliggur í komandi framtíð, sigur Artur Johansen.