Eysturoyartunnilin: Hetta fortaldi Landsstýrismaðurin ikki fyri løgtingslimum

Skal eitt privat felag gera og reka ætlaða Eysturoyartunnilin, verður hann 1,9-3 milliardir dýrari enn tað almenna kundi gjørt hann fyri.

Tað staðfestir Landsverk.

Tá ið Kári P. Højgaard nú um dagarnar skuldi svara spurningum frá løgtingsmonnunum, Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen um Eysturoyartunnilin, bað landsstýrismaðurin eisini Landsverk um at geva sítt ískoyti til svarið.

Men tá ið avtornaði, var ein partur av upplýsingunum hjá Landsverki útihýstur í svarinum frá landsstýrismanninum til teir báðar løgtingsmenninar.

Í svarinum, vit hava fingið innilt í, sigur Landsverk, at nýggjar útrokningar, við dagførdum tølum og neyvari útrokningar, vísa, at rentumunurin við at lata eitt privat felag eiga, fíggja og reka undirsjóvartunnilin er minst 7%.

- Í tølum svarar hetta til ein meirkostnað ímillum 73 til 116 milliónir krónur árliga til undirsjóvartunnilin er útgoldin um 30 ár.

- Hetta svarar til ein samlaðan meirkostnað uppá tilsamans 1,9 til 3 milliardir krónur ella 1,4 til 2,3 milliard krónur í nútíðarvirði, um tunnilin verður á privatum heldur enn almennum hondum, sigur Landsverk.

Annars staðfestir Landsverk, at váðin at byggja tunnilin er tann sami fyri privat og alment.

- Tó meta vit at hann kann avmarkast nógv í byrjunarfasuni við góðum undankanningum.

Men rakstrarváðin er størri hjá tí privata. Argumentið fyri tað er at Ferðsluváðin er í útgangsstøðinum tann sami, men verður lagt upp fyri at tað almenna kann stýra samlaða infrakervinum, so er váðin størri hjá tí privata.

- Fíggingarkostnaðurin er størri hjá tí privata enn hjá tí almenna tí lánveitarin krevur eykakostnað fyri váðan. Hesin váðin er annars neyvt knýttur at hvussu sáttmálin er settur saman. Um t.d. møguleiki er at leingja sáttmálan ella ongar bindingar eru á prísásetingini fyri ferðsluna, á ferðaprísinum o.s.fr., so fellur váðin munandi og harvið fíggingarkostnaðurin.

Kostnaðarmunurin, rentan, ímillum privat og alment er settur saman av váða og avkasti. Trupult er at siga hvussu stórur partur av upphæddini er hvat, tá man ikki hevur innlit í sáttmálan, sigur Landsverk.

Um eina løtu hava vit eina viðmerking frá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni.