Eysturoyartunnilin fer at føra til fólkavøkstur í Føroyum.
Tað eru eysturoyingar sannførdir um, eisini tingmenn.
Á almennum tunnilsfundi í gjár varð nógv gjørt burtur úr at fortelja, hvussu stórur fyrimunur Eysturoyartunnilin er fyri samfelagið.
Ein av teimum er Reimund Langgard úr Sambandsflokkinum.
Hann ásannar, at fólkaminking er størsti samfelagsligi trupulleikin í føroyska samfelagnum.
Men hann ásannar eisini, at tá ið útisetar flyta heim, søkja teir ímóti Havnini, har mest fólk býr, tí har eru størvini og frítíðartilboðini, tey eru von við úr útlondum.
Størsta avbjóðingin er, at himmalhøgu húsaprísirnir í Havn fáa nógv fólk at aftra seg við at flyta heim aftur, eisini fólk við góðum útbúgvingum.
- Tá ið Eysturoyartunnilin er komin, verður 10 minuttir at koyra úr Eysturoy til Havnar.
Tað fer at elva til, at fólk kunnu búsetast í Eysturoy, har bústaðarprísirnir eru nógv lægri og tað fer at eggja fleiri fólkum at flyta heim aftur, segði hann.