Enn hevur Eysturoyartunnilin bara verið opin nakrar vikur á hávetri og tí er tað ov tíðliga at staðfesta, hvussu nógvir bilar fara at brúka hana í miðal um árið. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvussu nógvir bilar brúka tunnilin. Jørgen Niclasen upplýsir, at í viku tvey koyrdu í miðal 2.741 akfør um dagin á norður-suður leiðini í Eysturoyartunlinum og 410 akfør koyrdu tvørturum Skálafjørðin.
Í viku trý koyrdu í miðal 3.108 akfør um dagin á norður-suður leiðini í Eysturoyartunlinum og 539 akfør koyrdu tvørturum Skálafjørðin í miðal.
Í viku fýra koyrdu 3.223 bilar um dagin á norður-suður leiðini í miðal og 541 akfør koyrdu tvørturum Skálafjørðin.
– Frá 19. desember til 7. januar í ár, ella ímeðan tað var ókeypis, koyrdu yvir 7.500 akfør í gjøgnum tunnilin í miðal um dagin.
Jørgen Niclasen sigur, at tað ber ikki at býta tølini á einstakar dagar ella vikur, men tunnilsfelagið ætlar at almannakunngera tølini eina ferð um mánaðin, eins og gjørt verður í sambandi við Vága- og Norðoyatunnilin.
Men hann ger eisini vart við, at tunnilin varð tikin í brúk á hávetri og sum heild minkar ferðslan í jólafrítíðini og í januar. Til dømis er ferðslan í Vágatunlinum eini 20 prosent lægri í januar enn hon annars er í miðal, og í Norðoyatunlinum er hon eini 15 prosent lægri í januar enn annars.
Hinvegin benda tølini á, at ferðslan í Norðskálatunlinum minkaði munandi, eftir at Eysturoyartunnilin varð tikin í brúk. Tølini benda eisini á, at síðani vaks ferðslan í Norðskálatunlinum aftur eitt lítið vet eftir at tunnilsgjald varð tikið í Eysturoyartunlinum.
Verður lagt upp fyri árstíðini, og verður sammett við ferðsluna í 2019, verður mett, at eini 900 akfør koyra tann longra teinin ígøgnum Norðskálatunnilin um dagin, men tað ber ikki til at siga, um akførini koma av Skálafjørðinum, aðrastaðni úr Eysturoynni, Norðoyggjunum ella úr Tórshavn ella hvagar akførini fara.
– Enn ber ikki til at siga, hvussu stórt samfelagsvirðið av Eysturoyartunlinum er minni, enn tað kundi verið, høvdu bilarnir ikki koyrt tann longra teinin, sigur landsstýrismaðurin.
Men annars er Landsverk í holt við útrokningar, sum lýsa samfelagsligu nyttuna, eisini tá ið útlátið av vakstrarhúsgassi frá bilunum er tikið við. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í summar, og tá fer tað at bera til at lýsa samfelagsnyttuna, sigur landsstýrismaðurin.