Sum støðan er nú, er vandi fyri, at tey, sum hava meiri enn ein bil, verða verri fyri tá ið tey koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, enn tey eru nú. Tað hevur fíggjarnevndin hjá Løgtinginum fingið at vita, nú samferðslupakkin er til viðgerar. Eitt endamál við samferðslupakkanum er at fáa størri gagn av undirsjóvartunlunum. Tí verður ferðastuðulin fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, tikin av, men ístaðin fyri fáa tunnilsfeløgini stuðul til at lækka prísin so at tey, sum koyra nógv, fáa ein munandi lætta.
Eitt dømi er ein barnafamilja í Havn, sum koyrir imillum Skálafjørðin og Havnina í sambandi við arbeiði. Tey hava tveir bilar, ein lítlan bil, og ein, sum er eitt sindur størri. Vanliga brúka tey tann minna bilin koyra ímillum við, men av praktiskum orsøkum er kortini neyðugt at brúka hin bilin.
Sum avsláttarskipanin í Eysturoyartunlinum er galdandi fyri hvønn bil sær og ikki fyri hvørt hald sær. Hendan barnafamiljan fær sostatt avsláttur fyri bilin, tey vanliga brúka. Men tá ið tey so, av og á verða noydd at brúka hin bilin, fáa tey í roynd og veru ongan avsláttur, hóast báðir bilarnir eru í sama haldi. Tá ið bilurin, tey vanliga brúka, hevur koyrt 31 ferðir, og er komin niður á 30 krónur fyri túrin, rindar hin bilurin framvegis 75 krónur fyri túrin. So fyri at fáa avsláttur, eru tey í roynd og veru tvingað til at brúka sama bil hvørja ferð.
Tey halda ikki, at hetta samsvarar við endamálið um at fáa størri gagn av tunlunum – tí samstundis er ætlanin at strika ferðafrádráttin.