Eysturoyar Sjálvstýrisfelag hevði aðalfund í gjár

Nýggj nevnd er vald

Í gjár hevði Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund. Fundurin varð hildin á Hotel Runavík.

– Limir felagsins møttu fjølmentir á fund, og fundurin gjørdist mennandi og góður, sigur Sjálvstýri.

Í sambandi við aðarfuldin varð nýggj nevnd vald, og nevndin er nú hendan:

Andreas Jacobsen, formaður

Mannbjørn í Grund, næstformaður

Lasse Klein, skrivari og kassameistari

Pól Jákup Poulsen, nevndarlimur

Bárður Kass Nielsen, nevndarlimur

Tróndur Ellingsgaard, nevndarlimur

Elspa Petersen, nevndarlimur

Terje B. Vestergaard, varalimur

Snæbjørn Berentsen, varalimur

Umboð floksins í Landsnevnd Sjálvstýrisins eru nú hesi:

Pól Jákup Poulsen, fastur limur

Andreas Jacobsen, varalimur.

Á fundinum møtti eisini Kári P. Højgaard, sum virkandi floksformaður. Hann er formaður, nú tá tann nú fyrrverandi formaðurin, Jógvan Skorheim, hevur tikið seg úr flokkinum.

Í næstum ferð nevndin í felagnum at leggja til rættis skrá fyri virksemið felagsins.