Eysturoyar Røktar-og Ellisheim 40 ár

Sunnudagin hin 4. februar verður 40 ára føðingardagur hjá Eysturoyar Røktar-og ellisheimi.

Hin 4. februar hátíðarheldur Eysturoyar Røktar-og Ellisheim 40 ára føðingardag. Í tí sambandi verður samkoma á heiminum fyri búfólki, starvsfólki og gestur annars frá klokkan 15–17.

 

Møguleiki verður at hyggja seg um á heiminum.

 

- Myndaframsýning og framsýning av ymiskum lutum frá árunum 1984 til 2024 verður at síggja. Røður, felagssangur og sangframførsla verður inni í matarhøllini.

 

Eldrasamstarvið Roðin veit at siga, at borðreitt verður við kaffi, te og lagkøku, og øll eru hjartaliga vælkomin.