Tann nýggja Eysturkommuna søkir eftir fólki at virka sum trivnaðarleiðari í kommununi Eysturkommuna, sum umfatar Gøtu og Leirvík, søkir eftir trivnaðarleiðara.
Trivnaðarleiðarin skal millum annað tryggja, at børn og ung, frítíð og mentan, heilsa og trivnaður og eldraøkið verða samskipað og rikin so skilagott, sum til ber, skrivar Leirvíkar kommuna á heimasíðu síni.
Somuleiðis fær trivnaðarleiðarin ábyrgdina av barnaverndartænastuni í Eysturkommunu.
Starvið verður sett frá 1. december, og seinasta freist at søkja er mánadagin 6. oktober 2008 kl. 12.00.