Í gjár var fundur, har øll innan dagrøktina í Eysturkommunu fingu at vita, at tey hava mist starvið. Talan er um 18 dagrøktarmammur og tveir leiðarar. Orsøkin til uppsagnirnar eru, sambært borgarstjóranum, bygnaðarbroytingar, ið skulu gerast innan ansingarøkið í kommununi.
- Vit fáa ein nýggjan barnagarð í Leirvík, har 32 vøggustovupláss vera. Hetta hevur við sær, at vit umskipa ansingarøkið, greiðir Jóhan Christiansen frá. Hann leggur afturat, at hann ikki kann garantera at kvinnurnar fáa starv hjá kommununi aftur, tí ongin av kvinnunum er námsfrøðingur.
- Tað eru nógvar ymiskar lógir og reglur, ið gera, at vit ikki kunnu lova teimum starv aftur, staðfestir borgarstjórin í Eysturkommuni.
Greið tilgongd
Borgarstjórin greiðir somuleiðis frá, at tey hava roynt, at hava eina sera greiða tilgongd í málinum.
- Vit hava syrgt fyri, at alt kundi ganga so greitt fyri seg, sum gjørligt. Vit vilja fegin syrgja fyri, at kvinnurnar, sum hava mist størv síni ikki kenna seg snýttar, fortelur Jóhan Christiansen.
Tá bygnaðarbroytingarnar í Eysturkommunu eru lidnar, roknar borgarstjórin við, at tað vera næstan eins nógv í starvi innan barnaansingina í kommununi sum frammanundan.
- Tað veldst sjálvandi, hvussu mann skipar økið, men eg eri vísur í, at vit við nýggja barnagarðinum fáa eina góða tænastu, sigur Jóhan Christiansen. Tá verða umleið átta dagrøktarmammur í mun til 20 í dag.
Í barnagørðum skulu minst tveir triðingar vera námsfrøðingar, og tað er ongin av dagrøktarmammunum í Eysturkommun, sambært borgarstjóranum.