Eysturkommuna fingið nýggja skúlaskipan

Eysturkommuna hevur í dag boða Mentamálaráðnum frá, at býráðssamtyktin frá 27. juni 2011 nú er endaliga staðfest.

Eysturkommunu býráð samtykti annars í juni at niðurleggja skúlan í Gøtu og skúlan í Leirvík, so teir kundu endurstovnast aftur undir einari felags skipan.

Eins og fyriskrivað í fólkaskúlalógini, so skal avgerðin lýsast í teimum føroysku bløðunum, so borgarar hava møguleika at kæra hesa avgerð. Kærufreistin er nú farin, og kommunan kann staðfesta, at ongin hevur kært hesa avgerð. Tí er avgerðin endalig.

- Nógv kjak hevur seinastu tíðina verið um skúlaskap í Føroyum. Eysturkommuna hevur allatíð sæð tað sum neyðugt, at skipa skúlanir í kommununi av nýggjum, og undir eina felags skúlaskipan, skúlaskapinum at frama. Nógv arbeiði er lagt í hetta arbeiðið, og kunna vit í dag staðfesta, at kommununar partur hesum viðvíkjandi nú er avgreiddur, upplýsir borgarstjórin, Jóhan Christiansen.

Hetta er eisini fult í tráð við tær útsagnir, landsstýriskvinnan í mentamálum hevur borið fram.

- Kommununar partur er nú avgreiddur, og vænta vit eisini at MMR avgreiðir síni viðurskiftir sum skjótast, so nýggja skúlaskipanin fær fullan virkna skjótast møguligt, sigur hann.