Viðmerking til fjórða part í greinarøð hjá Óla Samró.
Skipini bæði eru sera góð og væl egnaði til fiskiskap undir Føroyum. Eg havi sjálvur staðið fyri bæði prosjektering og bygging. Tey eru tó farin um tey 20 árini og kundu kanska verið tillagaði, so tey vóru enn betri egnaði.
Skipini hava bæði skift motor, og teir motorarnir, sum nú standa í, kunnu útvikla 1800 HK, men sambært fiskidagaskipanini, kunnu skipini bert økja veiðuorkuna 15%, móti at dagarnir verða skerdir tilsvarandi. Tað er dýrt keypt veiðuorka, og nýggju motorunum er tí niðursettir til 1400 HK, tað teir gomlu vóru.
Ætlanir hava eisini verið um at longt skipini, men eftir sum at veiðuorkan bert kann økjast 15% móti tilsvarandi skerjing í døgum, loysir tað seg ikki. Longingin verður ov stutt, og kostar ov nógv í skerdum veiðudøgum.
Og ivamál er eisin um tað yvirhøvur er loyvt á økja veiðuorkuna við 15%, ella um tað bara letur seg gera, tá ið nýtt skip kemur inn fyri annað, sum fiskimálaráðið vil vera við.
Til ber eisini, at keypa sær økta veiðuorku frá øðrum skipum, men tað er lættari sagt enn gjørt. Onkuntíð eru skip við veiðuorku og fiskidøgum til sølu, og um feløgini, sum eiga Eystur- og Vesturbúgvan, høvdu keypt eitt slíkt skip, og koyrt tað úr flotanum, kundu teir býtt dagarnar sínamillum men ikki veiðuorkuna. Hon hevði kunnað verið løgd afturat øðrum skipinum, so tað kundi verið longt og/ella økt um motororkuna, men ikki býtt hana millum bæði. Tað gevur onga meining fyri skip sum partrola, at bert annað økir veiðuorkuna, men so býttisliga avmarkandi er fiskidagaskipanin. Skipini hava økt um tangalastirnar, men tað hevur bara gjørt ísfiskalastin minni, hon sum ikki var serliga stór frammanundan.
Høvdu vit eina kotaskipan, átti onki at verið í vegin fyri, at Eystur- og Vesturbúgvin øktu motororkuna til 1800 HK og longdu skipini einar 8 metrar. Tað hevði ikki bara komið væl við í vanligari botnfiskaveiðu, men serliga, tá ið um gulllaks og makrel ræður. Kanska teir tá eisini høvdu kunna bjóða seg fram á Flemish Kap.
Hjá teimum, sum fiska undir kotaskipanum, liggur betri fyri. Vit kunnu taka Enniberg sum dømi. Í 1978 keypti Mortan Johannesen Sjúrðarberg frá Kjølbro fyritøkuni, og gav honum navnið Enniberg. Eitt gott skip, tað veit eg, tí eg fór sjálvur upp á brúnna á systirskipinum Skálabergi sum stýrimaður, tá ið Mortan fór í land og keypti Sjúrðarberg. Longu nøkur ár eftir, bleiv væl størri motorur settur í Enniberg, so veiðuorkan øktist eini 80%. Seinni bleiv skipið skift út við væl størri skip, so veiðuorkan meira enn tvífaldaðist, og fyri stuttum skifti so hesin annar Enniberg motor og økti aftur veiðurokuna, so hon í dag er meira enn 5 faldað í mun til tað upprunaligu, um roknað verður eftir veiðuorkufrymilinum, sum verður brúktur í fiskidagaskipanini: L x B x D x HK.
Kvotan hjá Ennibergi í Barentshavinum er stórt sæð tann sama, men hana kann skipið fiska effektivari og samtíðis bjóða seg fram á øðrum leiðum, sum í Irmingarhavinum, við Grønland, New Foundland, Labrador og nú eisini í makrel- og sildaveiðu.
Her havi eg nevnt tvey dømi, annað um stóra menning undir eini kvotaskipan, og hitt um stagnatión undir eini fiskidagaskipan, hóast skipini hava havt svørt tøl á botnlinjuni á hørjum ári.
Fiskidagaskipanin, stutt sagt, drepur alla menning, og tvørligu avmarkingarnar kunnu ikki takast burtur, tí so gongur tað út yvir fiskastovnarnar.
Avmarkingarnar eiga harafturímóti at verða fluttir frá veiðutólunum yvir á rávøruna, og tað við siga, at mest loyvd veiðu verður ásett í staðin fyri avmarkingar á skipini.
Thormund Johannesen
Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.