Eystanstevnubrak í grótbrotinum

Tvær stórar konsertir vóru á eystanstevnu. Onnur var ein barna- og ungdómskonsert og hin var ein popp/rock-konsert. Konsertirnar vóru avgreiddar í allarfagrasta veðrið fríggjakvøldið. Undirtøkan fyri fyrru konsertini var góð, men uppmøtingin til seinnu konsertina var so sum so

Runavík: Eystanstevnan er farin júst farin afturum bak, og hava nógv fjølbroytt og spennandi tiltøk verð á eystara armi á Skálafjørðinum um vikuskiftið.
Lagt varð hart út fríggjakvøldið við ikki minni enn tveimum konsertum. Tann fyrra var ein barna- og ungdómskonsert og tann seinna var ein popp/rock konsert.
Til barna- og ungdómskonsertina vóru fleiri framførslur.
Trøllapætur og omman løgdu út, og vóru tey ógvuliga væl umtókt millum tey nógvu børnini, sum vóru komin at lurta. Tey bæði hoppaðu, sungu og dansaðu, og tóku børnini væl undir við teimum.
Omman er ikki sum ommur flest. Hon hoppaði og dansaði og sang rock ´n roll. Sjálvt um hon hevði stav, so var tað ongin trupulleiki at standa á einum beini og svinga.
Næst á pallin kom »Vit eru glað«. Vit eru glað góvu í fyrraári eina fløgu út við andaligum barnasangum, og sungu tey í umleið ein hálvan tíma. Dansigentur vóru við á pallinum, og syrgdu tey øll í felag fyri einari fittari og hugnaligari løtu.
Síðani var ein mótasýning á skránni. Handlar í kommununi vístu fram tað nýggjasta nýggja til børnini.
Tá mótasýningin var liðug slapp Arnfríð Lützen upp á pallin. Hon sang nakrar sangir hjá Kulum Rótum, og tóku tey nógvu børnini væl undir við henni. Serliga, tá sangurin »Kalla meg babe« kom, vóru tað tey flestu, sum sungu við.
Sum rosinan í pylsuendanum var tað Brandur Enni, sum trein á pallin. Hesuferð var hann einsamallur á pallinum, men kláraði hann seg væl. Brandur framførdi fleiri løg. Bæði nýggj og eldri.

Meira larmur

Seinna konsertin var eitt sindur seinkað, so hon byrjaði ikki fyrr enn klokkan var umleið 23.30. Men hetta forðaði ikki teimum trimum bólkunum, Braquet, Gestir og All That Rain, í at geva alt teir høvdu.
Eysturoyarbólkurin, Braquet, legði fyrst út. Teir vóru við í Prix Føroyar finaluni í ár, har teir ikki megnaðu at vinna sær eitt av fremstu plássunum.
Men teir vóru væl upplagdir, og kláraðu sum einki at fylla tey trý korterini út við meistarligum gittarspæli og eini sum heild góðari framførslu
Tá trý korter vóru farin, slapp gøtubólkurin, Gestir framat. Gestir vunnu sum kunnugt finaluna í Føroya størstu tónleikakapping fyri sløkum tveimum mánaðum síðani, og um heilt stutta tíð skulu teir niður til Nibe at spæla á festivalinum har.
Gestirnir framførdu eisini í trý korter við løgum, sum hava verið at hoyrt á Prix Føroyum og øðrum løgum, og megnaðu teir sína framførslu væl, og tóku áhoyrararnir væl undir við teimum.
Sjálvt um veðrið var av tí allarfagrasta, so var uppmøtingin ikki nakað at reypa av. Nakað av fólki var møtt upp, men pláss hevði verið fyri nógvum afturat, um ein kann siga tað soleiðis.
Millum sýningarnar høvdu handlar í handilsmiðdeplinum í Runavík mótasýning. Tann mest sermerkta sýningin var uttan iva frá nýggjasta handlinum í kommuni, Trend Floor. Teirra »show« var merkt av frekleika og var tað júst hetta, sum ein beit merki í.
Seinast á pallinum vóru All That Rain. Teir hava verið virknir innan føroyska tónleikaheimin í fleiri ár nú, og sást tað aftur á teimum fáu áhoyrarunum, at hetta var ein bólkur, sum tey kendu, tí fólk tóku væl undir við bólkinum.
Uttan dropar og regn, og við fáum fólkum, varð eystanstevnukonsertin avgreidd. Konsertin var væl eydnað, men kortini var synd, at uppmøtingin var so vánalig, tí bólkarnir høvdu, allir sum ein, uppiborið størri áhoyrarafjøld.
Um hálvgum trý tíðina leygarmorgunin var friður aftur í grótbrotinum í Saltangará aftaná nógvan tónleik av øllum sløgum.