Eystanstevna: Borgarstjóri og skúlastjóri framføra sum nonnur

Í kvøld klokkan 19.00 byrjar Eystanstevnan, og hóast hvørki kappróður ella fótbóltur seta sín dám á dagarnar í Runavík, so er nógv annað á skránni.

 

 

Eftir karnivallin og setanina, sum er kl 19.00 framføra fleiri kend nøvn á pallinum íklødd sum nonnurnar úr amerikanska filminum Sister Act frá 1992. Nonnurnar framføra til sangin I Will Follow Him úr sama filmi.

 

 

Nonnurnar framførdu fyrstu ferð á Eystanstevnu í fjør. Millum luttakararnar í kvøld eru Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Durita Joensen, skúlastjóri og Herbjørg Jøkladal, leiðari á kunningarstovuni.