Eystanljóð bjóðar til Várkonsert

Várkonsert við kórinum Eystanljóð verður í Leirvíkar kirkju leygardagin kl.

17.

 

Á konsertini fer kórið at syngja traditionellar føroyskar vár- og

summarsangir og sálmar. Kórið Eystanljóð var seinast í mars mánaða ein túr

í Dublin, har sungið var í St Patricks Cathedralinum, og er tað sama skrá, ið

verður tikin fram til hesa várkonsertina í Leirvíkar Kirkju.

 

Kórleiðari hjá Eystanljóð er Petur Martin Johannesen. Petur Martin hevur verið kórleiðari seinastu 4 árini, men verður hettar hansara seinasta konsert í hesum umfarinum, tí Petur Martin hevur valt at fara undir annað virksemi.

 

Hesum boðar Eystanljóð frá í dag.