Ein stórur partur av frágreiðingini hjá Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra á Taks, er framvegis duld fyri Føroya fólki. Men í dag hevur Sosialurin fingið innlit í ein part av frágreiðingini, sum ikki hevur verið almenn enn.
Í tí partinum av frágreiðingini hjá Bárði Larsen stendur millum annað soleiðis:
“Eftir eina gjøgnumgongd av skjølunum í málinum, serliga skølunum TAKS fekk frá Eik í apríl 2016, má haldast, at tað er rættiliga sannlíkt, at leiðslan í Eik hevur afturhildið upplýsingum fyri TAKS. Sum eitt týðandi dømi kann vera víst til notatið hjá grannskoðararnum hjá Eik, SPEKT, dagfest 15. mai 2013, har SPEKT vísir á tey serliga avgerandi viðurskiftini, ið eiga at verða avgreidd í samskifti við TAKS, nevniliga hvør viðkomandi yvirtøkujavnin var, fyribils ella endaligur – í sambandi við yvirtøkuna í oktober 2010 – og harnæst um talan var um sølu millum heftar ella óheftar peningastovnar.
Eik sendi kortini eitt skriv til TAKS, dagfest 11. juni 2013, sum var leiðandi á tann hátt, at tað gav ta fatan, at nevndu ivamáli ikki vóru til, og umboð fyri Eik møttu enntá á fundi at greiða frá skrivinum uttan heldur tá at koma inn á ítøkiligu ivamálini, SPEKT hevði gjørt vart við. Heldur ikki skriv frá Eik til TAKS 15. mai 2014 við nærri upplýsingum til TAKS – eftir umbøn frá TAKS – koma inn á hesi viðurskifti, hóast TAKS í umbønini m.a. hevði biðið um onnur skjøl, og upplýsingar og frágreiðingar, ið kunnu hava týdning í málinum.
Á hesum grundarlagi metir undirritaði, at framferðarhátturin hjá Eik liggur nær við slíkar villeiðandi upplýsingar, ið verða givnir við tí í hyggju at sleppa undan at rinda skatt, so sum § 139 í skattalógini nevnir.”
Sostatt vísir hesin parturin av frágreiðingini, at Bárður Larsen er munandi greiðari í sínari hugsan um skattamálið, enn upprunaliga hildið. Málið er meldað til løgregluna, men óvist er, hvussu langa tíð ákæruvaldið skal brúka áðrenn støða verður tikin til, hvørt málið skal roynast í rættinum ella ikki.