Eyga í stempli slitnaði

Umborð á strandfaraskipinum Ternuni, sum liggur við tekniskum breki í Nólsoy, siga teir, at skipið helst verður klárt at fara í sigling aftur í kvøld. Tað, sum hendi við strandfaraskipinum Ternuni, tá hon á øðrum túri kom til Nólsoyar í morgun, var, at annað eygað í stemplinum til rampan slitnaði.

- Vit fáa ikki rampan uppaftur sum er. Vit eru í holt við at fáa stemplið út og rigga skipanina til aftur, og vit meta, at arbeiðið, sum skal gerast, verður liðugt í kvøld.

Tað siga teir umborð á Ternuni, nú Portalurin hevði teir í telefonini fyri løtu síðan.

Heitt verður á ferðafólk, ið ætla sær um Nólsoyarfjørð í dag, um at hyggja á heimasíðuna hjá Strandfaraskipum Landsins, www.sl.fo

Fyribils er greitt, at Silja Star siglir túrin úr Havn klokkan 12.30 og úr aftur Nólsoy klokkan 12.55.