Hetta vísir týðuliga, hvørja støðu USA hevur til mannarættindi og frælsi. Sama land, sum krevur, at onnur skulu halda mannarættindini, er sjálvt eitt av størstu syndarunum, tá talan er um at virða tað mest grundleggjandi rætt-indi: rættin til lív. Bara hesar fyrstu dagarnar í jólamánaðinum hevur USA avrættað 7 fólk og ætlanir um aðrar 4 avrættingar fyri jól.
Hetta hendir, samstundis sum meira enn helvtin av londunum í heiminum hava valt ikki at nðta deyðarevsing longur. Tey hava staðfest, at deyðarevsing ikki kann sameinast við virðingini fyri mannarættindum, at hon heldur ikki virkar avskrekkjandi og at tað er ein eyðsðndur vandi fyri, at ósek fólk verða tikin av døgum.
USA krevur at sleppa at seta altjóða politisku dagskránna, tá talan er um at verja mannarættindini, eitt nú í sambandi við Irak og Kina. Sama landið hevur síðani 1977, tá deyðarevsingin varð tikin uppaftur, avrættað 817 fólk. Bara í ár eru higartil 68 fólk tikin av døgum: 1 í elektriska stólinum, 67 við eiturinnspræning.
Á deyðsgongini í Louisiana situr Ryan Matthews á sætta ári. Hann er dømdur fyri morð, framt tá hann var 17 ár. Hann er sambært amerikanskari lóg ov ungur til at verða við í einum nevningatingi, eins og tað, sum dømdi hann til deyðis. Hann er eisni ov ungur til at sleppa at síggja eina avrætting framda. Men hann er ikki mettur at vera ov ungur til sjálvur at verða dømdur og avrættaður, meðan fólk sita og hyggja at. USA stendur fyri tveimum triðingum av øllum av-rættingum av ungdóms-brotsmonnum seinastu 10 árini. Í 2002 eru 3 ungdómsbrotsmenn tiknir av døgum í USA.
Síðani 1990 hava 191 lond ratifiserað Barnarættindakonventiónina, sum er ein av konventiónunum, sum forbjóðar deyðarevs-ing fyri brotsverk framd, áðrenn brotsmaðurin fylti 18 ár. Bara Somalia og USA hava ikki skrivað undir.
Í ein røðu á ST-aðalfundinum herfyri um Irak tosaði Bush forseti um "brotnar avtalur", um ST samtyktir sum verða "einvíst undirgrivnar" og um ynskið hjá USA, at ST-felagsskapurin skal vera "effektivur, virdur og úrslitagóður". Amnesty International hevur í frágreiðing um deyðarevsing í USA víst á, at avrættingin av ungdómsbrotsmonnum er líka álvarsligt brot á avtalur, virðingin fyri samtyktum er líka lítil og virðingin fyri ST og altjóða rætti undirgrivin á sama hátt.
Síðani 1973 hava fleiri enn 100 deyðadømdir fangar fingið dómin umstoyttan og eru leyslatnir, tí nðggj prógv hava víst, at teir ikki vóru sekir í teimum ákærum, teir vóru dømdir fyri. Fleiri hava sitið á deyðsgongdum í áravís og einans verið dagar frá at verða avrættaðir. Hvussu nógv ósek ikki náddu at fáa dómin umstoyttan, ber ikki til at siga.
Forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, er leiðari í einum landi, sum fremur nógv og álvarslig brot á mannarættindini. Hann segði í juli 2001, at: "Staturin eigur ikki at taka sær tann rættin, sum bara hin Alvaldi hevur ...at taka eitt mannalív. Tað er tí, eg við vissu kann siga, at eg eri ímóti, at Russland innførir deyðarevsing aftur."
"Vit virða hvørt manna-lív", segði Bush forseti í røðu sínari til tjóðina 11. september 2002. Um so er, átti hann í stundini at syrgt fyri at leitt USA inn í røðina av londum, sum venda deyðarevsing bakið.
??????
Í ársfrágreiðingini hjá Amnesty International fyri 2001 er gjørt upp, at í minsta lagi 3.048 fólk vóru avrættaði í 31 ymsum londum. 5.265 vóru dømd til deyðis í 68 londum. Kina avrættaði nógv flest fólk, í minsta lagi 2.468, helst nógv fleiri. Síðani koma Iran, Saudi Arabia og so USA á fjórða plássi
74 lond hava avskaffað deyðarevsing sum heild. Í 15 londum kann deyðarevsing bara verða brúkt í sambandi við krígs-brotsverk. Onnur 22 lond hava í verki ikki avrættað nakran sein-astu 10 árini ella meira.
Áhugað kunnu lesa meira á www.deathpenaltyinfo.org og
www.amnestyusa.org/abolish/index.html
Kort yvir USA, har víst verður, hvar og hvussu nógvar avrættingar hava verið framdar síðani 1977: www.deathpenaltyinfo.org/executionmap.html
????????????
PRESSNOTISER FRÅN AMNESTY
Måndag 16 december 2002
USA
Utomrättsliga avrättningar är aldrig försvarbara Uppgifterna om att Bush-administrationen har upprättat en "dödslista" över klassade "terrorister" och gett CIA befogenheter att döda dessa personer är enligt Amnesty extremt oroväckande. Att världens enda stormakt nu ger klartecken åt sina tjänstemän att avrätta män och kvinnor som misstänkts för "terroraktiviteter", utan en rättslig process, uppbackade med hemliga bevis, är oacceptabelt. Rätten till en korrekt rättegång är en grundläggande mänsklig rättighet och är en förutsättning för ett demokratiskt fungerande samhälle. Misstänkta förövare ska ställas inför rätta, ha tillgång till advokat och kunna bemöta bevis mot honom eller henne. Genom att tillåta utomrättsliga avrättningar frångår USA denna princip och urholkar därmed rättsstaten. Det ger dessutom signaler till andra länder, som exempelvis Israel, att det är tillåtet och försvarbart att avrätta misstänkta personer utan rättegång.
Amnesty motsätter sig dödsstraffet under alla förhållanden och anser att straffet kränker den mest grundläggande rättigheten - rätten till liv.
USA
Amnesty skriver till presidenten om fångarna på Kuba Amnestys internationella generalsekreterare Irene Khan har ännu en gång framfört Amnestys kritik gällande behandlingen av fångarna på Guantanamo Bay till president Bush. Nu har snart ett år gått sedan de första fångarna anlände och de har varit i ett rättsligt vakuum sedan dess. Amnesty kräver att fångarna friges och får tillåtelse att återvända till sina hemländer, såvida de inte misstänks för brott eller riskerar människorättskränkningar vid ett återsändande. Om de misstänks för brott ska de ställas inför rätta och få en korrekt rättegång i enlighet med internationella normer. Enligt Amnesty lever inte militärdomstolen som USA har upprättat för fångarna upp till dessa normer. I brevet upprepade Irene Khan sin förfrågan från i april i årom att Amnesty ska få tillgång till lägret.Presidenten fick dessutom åter ta del av det memorandum som skickades till honom i våras som tar upp all den kritik och de farhågor som Amnesty harangående behandlingen av fångarna.
Annika Flensburg
pressekreterare
Amnesty International, svenska sektionen