Tað verður sannur rómur, tá gimsteinarnir báðir trína á pallin á Okkara Voxbotn. Teir duga sum fáur at fáa fjøldina at syngja við, og tað er ikki so løgið, tá teir hava løg sum Nummar, Eros, Dansa, Tú og Dagur legst at degi við sær í skjáttuni.
Frammanundan er greitt, at Sam Feldt, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Swangah, Signar & John, Branco, Amina, Mold, Troels og The Antonelli Orchestra fara á framføra fríggjadagin 20. august á Okkara Voxbotn.
Leygardag eru higartil kunngjørd m.a. Robin Schulz, Christopher, Burhan G, Hanne Boel, The Antonelli Orchestra, Kim Hansen, Hanus G. Johansen Eyðun & Terji og Páll Finnur Páll.