Eyðun sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Sunnudagin 21. august 2022 letur upp listaframsýning við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og eru øll hjartaliga vælkomin á gátt í Gamla Seglhúsinum.

 

Umframt røðu og tónleik, bjóða vit eisini okkurt leskandi og lættari ábit.

 

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til miðskeiðis í september.

 

Framsýningin kann vitjast yrkadagar 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 19:00.