Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein var sera harmur um, at hansara menn ikki fingu fulla úrtøku í Runavík í dag. Longi førdi KÍ 1-0, og hevði sigurin á hondum. Men í tíðini, sum dómarin legði aftrat megnaði NSÍ at javna til endaliga úrslitið 1-1.
Eyðun var siðiligur sum altíð, tá Tróndur Arge fekk orðið á hann, men hann undraðist á, at dómarin, Páll Augustinussen legði so nógva tíð aftrat, sum hann gjørdi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr tað, sum Eyðun Klakstein segði við Trónd Arge aftaná dystin. Fremst í ljóðbrotinum hoyrist frásøgnin hjá Tróndi á Rás2, tá KÍ legði seg á odda 1-0. Ólavur Larsen var viðmerkjari til dystin.
Í morgin sigur Tróndur Arge frá dystinum á Argjum millum AB og HB. Sendingin byrjar klokkan 14.30.