Tað er í dag klokkan 16, at Eyðun av Reyni letur upp listaframsýning í atelierinum á Lützenstrøð 13 í Havn, og í dag verður opið til klokkan 18.
Eyðun hevur sett saman eina framsýning við 20 verkum til framsýningina hesaferð.
Um listamannin, sum er føddur í Havn í 1951, sigur íslendski listfrøðingurin, Aðalsteinn Ingólfsson, eitt nú í bókini um Eyðun av Reyni:
"Listamálarin Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum ... at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil.
Og Aðalsteinn Ingólfsson leggur aftrat:
"Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli, gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um..."
Framsýningin hjá Eyðuni av Reyni verður opin frá í dag klokkan 16 og fram til og við mánadagin.
Opið verður hvønn dag hesar dagar frá klokkan 14 til 18.










