Eydnuleysir einglar í San Fransisco

BEATNIK Golden Gate Park gjørdist hippiemiðdepilin fyri tónleik og sjónleik av ymsum slag. Gøtan, ið tey flestu vildu verða á, og búgva í, var Height-Ashbury. Sjálvur búði eg eisini á hesari søguligu gøtu. Á hotel ?The Red Victorian?, sum liggur beint yvir av húsunum har ?Grateful Dead? húsaðust og gjørdu sín tónleik

 

Oddfríður M. Rasmussen

Eitt flogfar er dottið niður í Chicago. Einglarnir ganga aftur og fram millum setrini, so tað er ómøguligt at síggja, hvussu illa vrakið er farið. Fiskar eta í havinum. Eg havi etið laks. Skýggini undrast um, hvat vit gera her, men viðurkenna okkum. Eg havi kenning og kaffi á skjúrtuni. Onkur átti at asfalterað himmalrúmið, vegirnir eru so óslættir. Mánin, skýkloddar, fjøll (helst høg), vøtn (kanska djúp). Her eg siti, er universið blátt. Vinstri vongur peikar móti eini reyðari brúgv. Hetta er sjálvmorð, og eg spenni meg fastan í vrakið av mær sjálvum.

Flogvøllurin togar í okkum, sum vóru vit ein máni vilstur á eini einsrættaðari gøtu úr glasi. Einaferð fóru vit uppfrá.

Eg kundi dripið onkran aftur fyri eina sigarett! ?Thank you?, segði ein illavorðin tollari og meinti tað ikki, tí at allur viðførningurin stendur harraleysur í London og leingist eftir kroppum. Mann skal ikki hyggja niður, tí øll onnur hyggja upp ? hyggja eftir, sum var mann ein glasmenniskja í einum listaskála. Her eru ongir einglar, ongar standmyndir, bert sjúkliga vakin menniskju, ið ?hjálpa? øðrum, fyri peningaliga at hjálpa sær sjálvum burtur úr lortinum tey eru skitin í. Her eru ongir einglar. No Smoking: Pallurin eitt lunga.

Hýruvognsførarin var av eysturíkari ætt. Sjálvt um hann hevði livað í býnum í seytjan ár, var áherðslan týðulig.

?Her búgva sjeyhundratúsund fólk á sjálvari hálvoynni, sum eitur San Fransisco og umleið fjørutitúsund eru heimleys. Fjøruti prosent av teimum sjeyhundratúsund eru asiatar. Góð byrjan! Góð byrjan! Um Bay Bridge koyra umleið tríhundraðtúsund bilar hvønn morgun. Um Golden Gate ikki so nógvir, sjálvt um hon er tann best umtókta av teimum báðum. Hon varð liðugt bygd í 1937.

Í einari avís stendur, at tey heimleysu hava fingið kortsletur, tí so nógv eru, sum ikki hava reiðan pening upp á sær. Fyri at hesi ólukkudýrini, sum ikki eru innan fyri tað vanligu kappingarskipanina í USA, skulu fáa pengar so at tey yvirliva, er teimum álagt at bera kvittanina í býráðshúsið, fyri síðan at fáa peningin útgoldnan. Men tey sleppa ikki so. Nú skulu tey gjalda skatt av biddarapeninginum. Samstundis sum øll hesi heimleysu liggja og mótmæla tigandi beint uttan fyri trappuna á býráðshúsinum. Løgreglan kann onki gera, tí San Fransisco er tann býurin í USA, har flest heimleys eru, og eisini er ein ávís samkensla við hesum ólukkudýrum.

Okkurt um ein hálvan kilometur niðan frá City Hall (býráðshúsinum) er ein umleið tríhundrað metrar long trídupul kø av eykvæmissjúklingum, sum bíða eftir mati og heilivági.

Umleið ein tíggju minuttir drúgvan gongutúr oman eftir Market Street, ja, so stendur tú beint í tí, sum verður kallað fyri The Finansial District. Mappudýr. Gucci. Armani. Innkeypsháhús. Og onkur fyrrverandi rúsevnismisnýtari prædikar um tann fanan, sum hann kallar ?Narko?. Kontrastirnar eru stórar. Nærum hvørt horn, eg sneiddi um, var øðrvísi enn tað frammanundan. Nekaragøtur. Spanskar gøtur. Koreanskar gøtur. Kinverskar gøtur. Ja, allar heimsmentannir liva lið um lið.

Nú eri eg komin til San Fransisco. Hvørki meir ella minni. Býurin, sum hevur fostrað nakrar av teimum mest provikerandi rithøvundunum í tí amerikanska samfelagnum, nakrantíð; Allen Ginsberg, William S. Burroughs, Jack Kerouac og Lawrence Ferlinghetti. Fostrað, er kanska ov nógv sagt. Hesir hava sína fortíð í New York, men fluttu til San Fransisco í 50?unum.

Allen Ginsberg, sonur Louis og Naomi Ginsberg varð føddur 3. juni 1926 í Newark, New Jersey og doyði í 1997. Mamma Ginsberg varð sinnisveik, longu tá ið Allen var barn. Hetta tók hart uppá unga Ginsberg og sæst aftur í skaldskapi hansara. Yrkingin ?Kaddish? er um mammuna. Kaddish er ein jødisk bøn.

Pápin var yrkjari. Frá honum fekk Allen áhuga fyri yrkingum og serliga modernaðum amerikanskum lýrikki so sum Wallace Stevens og Walt Whitman.

Í 1944 møtti Allen Ginsberg Williiam S. Burroughs og Jack Kerouac í New York. Burroughs var sonur mannin, sum uppfann roknimaskinuna í sínari tíð. So hann hevði eina peningaliga sterka bakgrund. Teir sóðu upp til Bill, sum teir kallaðu hann, tí hann kundi sita langt út á næturnar og sitera Shakespeare. Eisini var hann tann elsti av teimum øllum, so hann gjørdist líkasum ein andaligur faðir hjá hinum.

Jack Kerouac (1922-69) var av fransk-amerikanskari ætt. Beiggi hansara doyði sum barn. Hetta tyngdi unga Kerouac og plágaði hann restina av lívinum.

Lawrence Ferlignhetti (f.1919) er eisini føddur í New York. Pápi hansara doyði stutt eftir at hann varð føddur. Mamman endaði á einari deild fyri sinnissjúklingar. Ferlignhetti vaks upp hjá einari ommusystir. Hon var arbeiðsgenta hjá einum vælhavandi hjúnum, og har búði ungi Ferlinghetti eisini. Ommusysturin rýmdi, og hjúnini ættleiddu hann. So sjálvt um hesir høvuðsrithøvundarnir innan Beatgeneratiónina hava nærum somu forsøgu, so eru teir ymiskir. Men eitt høvdu teir allir felags, og tað var ferðahugin. Hugin og forvitni til at kanna aðrar tjóðir, aðrar mentannir. Burroughs mátti flýggja frá Mexico til Tanger (har hann búði í 15 ár), tí hann hevði skotið konu sína í høvdið. Eftir at hava svølgt ríkiligt av Tequila, vildi hann spæla Willhelm Tell, men var ikki so beinrakin sum hann helt. Hendingin speglast aftur í meginpartinum av skaldskapi og málningalist hansara. Hendingin og rúsevnismisnýtsla er eisini gjøgnumgangandi temaði í Filminum ?Naked Lunch?, sum David Cronenberg gjørdi í 1992.

Miðskeiðis í 40?unum, erkleraði Ginsberg seg sum homoseksuellan. Eftir at hava snakkað við Burroughs, sum eisini var homoseksuellur, kendi tann 19 ára gamli Ginsberg seg sum eitt menniskja.

Í Six Gallery í San Fransisco las Allen Ginsberg sína kendu yrking ?Howl? upp. Millum áhoyrarnar vóru Kerouac og aðrir vinir. ?Eg havi sæð teir bestu heilarnar í mínum ættarliði oyðilagdar av ørskapi ? svøltandi, hysteriskt naknir. Dragsað seg sjálvar gjøgnum nekaragøtur á morgni, á veiðu eftir pínufullum skotum?. Soleiðis ljóða tær fyrstu reglurnar av ?Howl?. Ginsberg varð handtikin og settur í fongsil. Ferlinghetti, sum hevði útgivið yrkingina, varð eisini fongslaður, og bara tí yrkingin kritiseraði samfelagið.

Í 1956 kom bókin ?Naked Lunch? av William S. Burroughs. Í 1965 varð Burroughs stevndur fyri rættin í Massechusets, men varð fríkendur í 1966. Grundgevingin var, at ?Naked Lunch? hálovaði narko, løgnum seksuellum fantasium, og at hon var skendsk. ?Eg vaknaði upp úr Sjúkuni sum 45 ára gamal, róligur og birgur og við nøkurlunda góðari heilsu, sæð burtur frá veikari livur og útsjónd av lántum kjøti, ið líkist øllum hinum, sum yvirliva Sjúkuna?

Tey flestu, ið yvirliva, minnast ikki gjølliga deliriummið. Eg, eyðsýniliga, skrivaði gjølliga niður um Sjúkuna og deliriummið. Eg havi onki serstakt minni um, at eg havi skrivað nøkur notat, sum nú eru útgivin í bók við tittlinum ?Naked Lunch?. Sjúkan, Burroughs snakkar um, er narkomani. Bókin er eitt studium í narkomani, men ikki bara tað. Eisini er hon eitt bókmentaligt meistaraverk, har Burroughs fekk útfoldað sín serliga teknik, sum hann kallaði ?Cut up? og ?Fold in?, har hann líkasum sker bókina sundur og setir hana saman aftur í tilvildarligari tekstgongd. Tað sum Burroughs vildi við bókini var at sameina vísindina um narkomani og bókmentir.

Tað var nemliga hetta sum eyðkendi Beatgeneratiónina, at teir sameindu tað harða lívið sum teir førdu og bókmentir. Og jazzurin hevði nærum alstóran týdning fyri hesar menninrnar. Charlie Parker, Thelonius Monk og Miles Davis fyri bert at nevna nakrar, vóru drívkraftin í bókum teirra - í orðum teirra. Keruac skrivaði sum soloirnar hjá Parker ljóðaðu. Ginsberg skrivaði yrkingina ?Kaddish? eina náttina, meðan hann lurtaði eftir Ray Charles. Ferlinghetti var bergtikin av Miles Davis og Monk. Serliga New York tíðin hevði stóran jazzdám.

So við og við gjørdist San Fransisco ein karmur um Beatgeneratiónina og tað idiologi, sum teir stóðu fyri, bæði andaliga og kropsliga.

Eftir at eitt turbolent lív, doyði Jack Kerouac í 1969. Hann gjørdist ta tíðina hann livdi talsmaður fyri Beatnikkararnar. Við sínum streymandi máta at snakka uppá og við sínum markandtu meiningum og kvinnutekki, fekk hann nærum sama status sum James Dean, bara innan bókmentaheimin. Hetta toldi hann ikki og fór at drekka meir og meir. Hann plagdi at sita á ?Vesuveo? dag og nátt og drekka saman við beatvinum ella einsamallur.

Í dag hevur ?Vesuveo? ferðafólkatekki. Fólk koma úr øllum heiminum, at sita á hesari søguligu barr. Allur glansurin er farin av staðnum, og virkar hon í dag meir sum museum enn sum ein barr. Men eftir at hava verið hinumegin Jac Kerouac End, inni í ?City Lights Bookstore?, sum er bókahandilin hjá Ferlinghetti (sum eisini í stóran mun er eitt museum) er gott at fáa ein ?Bloody Mary? á ?Vesuveo?.

Á hesum báðum støðunum møttust allir Beatnikkararnir og kjakaðust um teirra hugsjónir, um Buddhismu, samfelagsviðurskiftini, og í 70?unum um hippiementanina. Allen Ginsberg var jú maðurin sum fann fram sloganið ?Flower Power?, og er hetta slogan kanska meir kent enn slogan so sum ?Black Powrer? og ?White Power?. Flower Power-tíðin var helst tann tíðin, sum royndi at sameina svørt og hvít, tí henda tíðin var eisini merkt av vietnamkrígnum.

USA var í tvíningum. Ein pasifistiskur partur, ið stuðlaðu anarkistiskum rørslum og ein militantur partur, ið stuðlaði Nixon og tankanum um, at tað var rætt sum fór fram í vietnamkrígnum.

Ginsberg endaði sum ein kosmisk guru fyri hippiegeneratiónina. Ein maður, sum ekperimenteraði við rúsandi evnum á sama hátt, sum Burroughs hevði gjørt tað í 50?unum og 60?unum.

Golden Gate Park gjørdist hippiemiðdepilin fyri tónleik og sjónleik av ymsum slag. Gøtan, ið tey flestu vildu verða á, og búgva í, var Height-Ashbury. Sjálvur búði eg eisini á hesari søguligu gøtu. Á hotel ?The Red Victorian?, sum liggur beint yvir av húsunum har ?Grateful Dead? húsaðust og gjørdu sín tónleik.

Atmosferan var ótrúlig, men tíverri ikki í hippietraditión. Tað var nemliga ikki loyvt at roykja á hotellinum. Og í førhøllini seldu tey T-skjúrtur og onnur pløgg við hippielogoum á. Eg mátti at enda viðurkenna, at San Fransisco var ein býur, ið livdi av síni fortíð og ikki við síni fortíð, og tó ... tey homoseksuellu hava lívið lagað.

Eftir hippietíðina stakk seg fram ein homoseksuellur røringur, sum ikki er sæddur áður. Baðstovur og sekshølir stungu seg upp nærum á hvørjum gøtuhorni, og er býurin enn tann dag í dag ein av teimum býunum, har flest homoseksuell eru.

Sjálvur varð eg antastaður av einum konufólki, sum stóð uppi og pissaði. Tá rann Oddfríður skjótt. Gøtur finnast, har nærum bert homoseksuell búgva. Hetta er eisini við at hvørva. Seinast eg frætti, so vóru teir sokallaðu ?Dot-commers? farnir at keypa íbúðir á teimum mest eftirlýstu støðunum. Ein tveykamars íbúð í dag kostar umleið 500.000$. Helst eru nógv av hesum ?Dot-commers? børn av hippiearum.

Og.

Meðan flogførini draga sínar slóðir eftir himmalinum, draga enn Beatnikkararnir sínar slóðir á tí bókmentaliga himmalinum.

Tað er ringt at siga stutt um eitt so víttfevnandi evni. Men ein smakkur av Beatgeneratiónini, vóni eg er eftir í munninum á lesaranum, og at hesin smakkur er betri enn tann, ið situr eftir ein flogfarsdøgverða. Um ikki annað, so vóni eg, at forvitnið er vaknað úr dvala. Eg veit at mítt er.

Afturkomin úr San Fransisco hevði eg keypt eina T-skjúrtu, har tað stendur ?Jesus loves you, but everybody else thinks you are an asshole?, ein klóripinn úr China Town og 30 bíligar amerikanskar bøkur.