Eydnast ikki altíð

Christian Lamhauge Holst helt ikki sjálvur, at tað fyrst og fremst var møðin, sum bar við sær, at føroyska álopsspælið ikki gekk so væl mikukvøldið

Fótbóltur

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo

 

Í mun til fantastiska avrikið móti Eysturríki leygardaign, so var Christian Lamhauge Holst ikki fult so sjónligur á vøllinum í Kaunas leygardagin. Sum fremsti maðurin á liðnum varð hann ikki í sama mun snúningspunktið í føroyska spælinum, og tað tóktist eisini, sum vóru beinini nakað tyngri hesaferð, enn tey vóru leygardagin. Nakað sum áleyparin tó sjálvur vísti frá sær.

- Tað er nokk meira ein spurningur um, at við hvørt eydnast tingini betur enn aðrar tíðir. Og so var eg eisini rættiliga einsamallur á toppinum, og so verður tað trupult, um tú hevur ov nógvar verjuspælarar at stríðast við, segði Christian eftir dystin.

Og tú trívist kanska eisini betur, um tú ikki ert heilt fremsti maðurin á vøllinum?

- Ja. Eg eri jú ikki tann skjótasti spælarin í heiminum, so mær dámar best at fáa bóltin spældan í føturnar, soleiðis at eg kann venda mær ella kanska finna ein viðspælara. Og í øllum førum er tað sera trupult at liggja einsamallur á toppinum, hóast eg sjálvandi veit, at vit eisini mugu hugsa um verjupartin í spælinum. Og tann parturin haldi eg eydnast væl í dag, segði Christian eftir dystin.