Eydna Hentze 60 ár

Mánadagin 12. mai fylti Eydna Hentze í Klaksvík 60 ár.

Hon er dóttir Kristinu Niclasen av Tvøroyri og Jóhan Petersen, sum var ættaður av Skarði og tí kallaður Skard. Tey bæði, Kristina og Skard, giftust í 1942 og búsettust á Bumshamri í Klaksvík. Hann var byggimeistari og hevði fleiri stórarbeiði. Hon var húsmóður, men arbeiddi eisini á flakavirki. Skard doyði í 1986 og var tá 77 ára gamal. Kristina doyði í 1996, 79 ára gomul.
Eydna hevur verið einabarn. Men hon átti tó eina systir, sum doyði, tá hon var tríggjar vikur.
Í 1959 tók Eydna millumskúlaprógv í Klaksvík. Tvey ár seinni fór hon til Tvøroyrar at læra hárfríðkan, og aftaná fekk hon sær sína egnu salong í Klaksvík.
Á Tvøroyri hitti hon Eigil Hentze, og tey giftust í 1965. Tvey ár seinni tók hann læraraprógv. Tey búsettust í Klaksvík, har hann hevur starvast sum lærari og síðan 1980 sum varaskúlastjóri á skúlanum á Ziskatrøð. Tey fingu tveir synir. Torfinn varð føddur í 1966, og Øssur varð føddur í 1970.