Trý fólk stillaðu upp til teir báðar sessirnar í nevndini í Føroya Lærarafelag, sum skuldu mannast í dag.
Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, sum er lærari í skúlanum á Argjahamri á Argjum, og Tórhallur við Gil, lærari í skúlanum við Løkin í Runavík, stóðu báðir fyri vali og stillaðu uppaftur. Men tað gjørdi Miriam Nolsøe Johannesen, sum er lærari í Eysturskúlanum í Havn, eisini.
##med2##
Úrslitið gjørdist hetta:
Eyðbjartur Sólheyg Skaalum: 215 atkvøðu
Tórhallur við Gil: 205 atkvøður
Miriam Nolsøe Johannesen: 98 atkvøður.
##med4##
##med3##