- Fyrstu tjúgu minuttirnar stýrdi Luksemborg dystinum, men sum fráleið komu okkara meir við, og í seinna hálvleiki sat føroyska liðið á mestsum øllum. Vit skaptu fleiri stórar málmøguleikar, og raktu stongini tríggjar ferðir. Men bólturin vildi bara ikki inn. Soleiðis sigur Pætur Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, millum annað um seinna dystin ímóti Luksemborg, sum sunnudagin varð spældur á Albert Kongs Stadion.
Hóast greiða yvirvág, serliga í seinna hálvleiki, so endaði tað 1-1 í seinna dystinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum um vikuskiftið hevur spælt tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemborg. Føroyska málið gjørdi Eyðvør Klakstein, tá hon stutt fyri steðgin javnaði fyri Føroyar.
- Luksemborg hevði onkrar vandamiklar støður, men føroyska liðið var klárt betri. Okkara kvinnur vístu ein framúr hugburð og stríddust væl, samstundis sum góða spælið eisini sást í løtum. Óheppið at vit ikki vinna dystin, men avrikið var uttan iva góðkent.
- Vit hava annars fingið nógv burturúr hesum báðum dystunum. Hava sæð nakrar nýggjar spælarar, og allar hava fingið fleiri landsliðsroyndir, sum tær kunnu brúka víðari fram á leið. So nú gleða vit okkum longu til komandi ár og tær avbjóðingar sum bíða, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.
Í fyrra dystinum millum Luksemborg og Føroyar, sum varð spældur fríggjakvøldið, var úrslitið 2-1 til vertirnar. Birna Tummasardóttir skoraði málið fyri Føroyar.










