Í morgun hevur spanska felagið Mislata CF kunngjørt, at Eyðvør Klakstein úr Klaksvík er nýggjur spælari í felagnum.
Mislata CF er felag í stórbýnum Valencia og spælir í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini.
- Vit kunnu hervið presentera okkara vetrarkeyp, sum er landsliðsspælari úr Føroyum. Eyðvør skal geva okkara liði kreativitet og fjølbroytni í álopsspælinum, skrivar Mislata CF á Facebook-síðuni í morgun.
Eyðvør Klakstein spældi í fjør við baskiska felagnum CD Mariño, sum eisini spælir í næstbestu sponsku deildini, og har varð hon toppskjútti við 10 málum. Nú flytur Eyðvør longur suður í Spania at spæla fótbólt.
Eyðvør hevur vant við spanska felagnum síðani ársskiftið, og hon nú eru neyðugu undirskriftir og loyvi komin upp á pláss, so at hon er tøk til næsta dystin hjá Mislata CF, sum verður um 10 dagar.










