Eyðvør er á veg aftur í KÍ

Eftir at hava verið toppskjútti í spanska CD Marino fer Eyðvør Klakstein nú aftur at spæla við KÍ

Í dag varð punktum sett í landskappingini í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini hjá kvinnum.

Eyðvør Klakstein hevur spælt við CD Marino. Tað hevur gingið væl hjá Eyðvør Klakstein, sum varð toppskjútti hjá liðnum við níggju málum. Nú riggar Eyðvør av í Spania, og tá ið hon verður aftur í Føroyum, verður hon partur av liðnum hjá KÍ, sum hevur vunnið meistaraheitið øll árini síðani 2000, og sum nú kappast við EBS/Skála um at vinna FM í ár.

 

Síðsti dysturin hjá CD Marino í hesum kappingarárinum varð spældur í dag. Eyðvør og liðfelagarnir í CD Marino vóru á útivølli í Eibar. Bara eitt mál varð skorað, og tað fekk CD Marino. Eyðvør Klakstein var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og tað var hon, sum legði upp til sigursmálið.

 

Sigurin í dag ber við sær, at CD Marino tók seg fram um Eibar og endaði á níggjunda plássi. Tað eru fjúrtan lið í deildini, og endastøðan verður roknað at vera góðkent avrik.