Hvussu heldur tú jól í ár?
Jólaaftan verða vit øll familjan samlað heima hjá okkum. Vit vera 18 fólk. Vit fáa dunnu og risalamande. Vit syngja og lesa jólaevangeliið, áðrenn gávurnar verða býttar út.
Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini?
Ein av siðvenjunum, sum vit hava havt í nøkur ár er at fara í Kelduna 23. desember til tiltakið “Vit syngja jólini inn”, men hetta kunnu vit tíverri ikki í ár vegna korona.
Hvat er minni umráðandi?
Tað sum er sera umráðandi er, at tað, sum jólini snúgva seg um, ikki verður goymt og gloymt. Tað, at okkara frelsari Jesus Kristus kom í henda heim, okkum til bjarging. Tað sum er minni umráðandi er, um gávurnar eru stórar ella smáar.
Hevur korona ávirkað, hvussu tit halda jólini í ár?Tað ávirkar okkum ikki heima, men tað ikki at kunna fara í Kelduna 23 desember vegna korona er harmiligt.