Skip og bátar, sum eru við í Regatta 2011, koma á Tvøroyri í dag. Í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum. M.a. fara Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni at spæla í kvøld í gomlu Krambúðini hjá Thomsen, eisini nevnd Pubbin.
Í annaðkvøld verður tað Hallur Joensen, ið spælir til dans, og hetta er samstundis útgávukonsert.











