Eyðun og Neil í Havn

Í kvøld og leygarkvøldið er kenda tveymansbólkurin Eyðun og Neil í Havn og fara teir báðir at undirhalda í Mimir. Tað er Mimir í Havn, ið fær vitjan av Eyðuni og Neil í kvøld.

Teir hava langt síðani staðfest seg sum ein hon mest undirhaldandi duettin, ið er virkiun í løtuni, og hava teir seinnu árini verið virknir at kalla hvørt vikuskifti, hóast teir kanska júst síðstu tíðina hava slakað eitt sindur.

Men enn eru teir virknir av og á, og óivað verður gott lag, tá teir báðir fara at undirhalda við sið løgum úr stóru sangskránni, ið teir hava megnað at útvega sær hesi árini, teir hava verið á ferð.

Tað er í kvøld og leygarkvøldið, at Mimir fær vitjan av tvøramanninum við góðu røddini og vágbinginum, ið er sannur guitarsnillingur.