Eyðun av Reyni og Kári Svensson lata upp framsýning í Tjarnarsalinum á Ráðhúsinum í Reykjavík fríggjadag 21. november kl. 16.
Á framsýningini verða sýnd fram verk, sum øll eru málað til framsýningina – umleið 28 málningar.
Framsýningin er opin í tíðarskeiðinum 21. november - 6. december. Framsýningin er fyriskipað í samarbeiði við Listagluggan, Niels Finsensgøta 25 Tórshavn.