Eyðun og Andreas floyta í Champions League

Altjóða føroyska dómaraparið í hondbólti, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, skulu døma seinasta dystin í bólkaspælinum í Champions League millum týska SG Flensburg-Handewitt og HC Bosna Sarajevo úr Bosnia. Dysturin verður spældur mikudagin í næstu viku. Tað er millum størstu avrikini, um ikki tað størsta, føroyskur hondbóltur kann vísa á. Í øllum førum nógv tann størsta avbjóðingin hjá føroyingunum, sum fáa seg royndar millum heimsins bestu hondbóltsspælarar.

 

- Hetta er fantastiskt. Tað eru slíkir dystir, tú nærmast bara torir at droyma um, men nú er tað veruleiki, sigur Eyðun Samuelsen.

 

SG Flensburg-Handewitt er nummar eitt í bólki D. HC Bosna Sarajevo er aftast.