Voxbotnur boðar nú frá, at trubadururin Eyðun Nolsøe verður partur av tónleikaligu manningini 30 juni, tá ið høvuðsstaðurin gevur sítt boð uppá ein festival.
Eyðun Nolsøe telist uttan iva millum teir allarbestu tónasmiðirnar í Føroyum. Við einari ørgrynnu av hittum aftanfyri seg trínur Eyðun Nolsøe á pallin í Voxbotni.
Vit kenna best Eyðun Nolsøe frá Frændum, sum í næstan 30 ár hevur ríkað føroyingar við sínum fangandi, tjóðskaparligu og inniligu løgum.
Løg sum 80ini, Dupult Song, Eros, Mítt Land, Føroyar og fleiri onnur Frændur løg eru at meta sum tey bestu í Føroya søgu. Umframt Frændur hevur Eyðun Nolsøe eisini givið út tvær solo fløgur, sum eisini hava prógvað hansara virði sum tónasmiður.
Á fløguni So nógvar røddir, sum kom á marknaðin í 2007 eru hitt sum Hálvgum Tólv, So nógvar røddir og Hvønn Dag.
Harumframt hevur Eyðun Nolsøe givið út eina fløgu við Terja Rasmussen, sum bar heitið Eitt nummar... og seytjan onnur. Hendan fløgan kom á marknaðin í 2000, og gjørdist skjótt ein tann best umtókta fløgan hetta tíðarskeiðið.